Íslendsk útgerðarfeløg ætla sær at fáa gagn av, at grønlendingar ikki hava skip til at fiska uppsjóvarkvoturnar, sum fella Grønlandi í lut. Sum skilst hava skip úr fleiri londum ligið framvið at sleppa í grønlendskan sjógv at fiska makrel í ár, og sambært íslendskum fjølmiðlum bendir alt á, at íslendingar vinna kappingina.
Í fjør royndu 18 skip eftir makreli í grønlendskum sjógvi, og sjey teirra vóru íslendsk og so at siga øll skrásegtt í Íslandi. Nú er ætlanin at skráseta skipini í Grønlandi, og at íslendingar og grønlendingar skulu eiga tey í felag, skrivar Vísir. Sum skilst er talan um upp ímóti 10 frystitrolarum og uppsjóvarskipum.
Fiskiskapurin eftir makreli í fjør var eitt slag av royndarfiskiskapi, og skipini rindaðu 20 íslendskar krónur fyri kilo sum veiðigjald. Tað vóru íslendingar, sum mannaðu tey íslendsku skipini, men nú skipini verða skrásett í Grønlandi, skal ein partur av manningini vera grønlendingar. Manningarnar skulu eisini avroknast eftir grønlendskum sáttmálum, og tað merkir sambært Morgunblaðnum, at manningin fær umleið 30 prosent minni burturúr.
Roknað verður við, at grønlendska makrelkvotan verður millum 60.000 og 100.000 tons í ár. Men áhugin fyri makrelinum er so stórur, at myndugleikarnir í Nuuk hava fingið umsóknir frá útgerðarfeløgum, sum vilja sleppa at fiska næstan 290.000 tons.