Íslendska hondbóltslandsliðið fekk reist seg í HM-endaspælinum í Katar í dag, aftaná svíðandi 16-24 tapið ímóti Svøríki í tí fyrsta bólkadystinum.
Íslendingar vunnu tá samanum kom 32-24 á Algeria, men talan var als ikki um eina góða dystarbyrjan. Algeriumenn løgdu seg á odda 6-0 í byrjanini. Ìslendingar mentust spakuliga, og í steðginum var Algeria á odda 13-12.
Í seinna hálvleiki vístu okkara frændir tó klassan, ikki minst ímóti dystarenda, tá teir veruliga fóru frá algeriumonnum, og vunnu seinna hálvleik 20-11, og harvið dystin 32-24.
Málskjúttar Ìslands ímóti Algeria vóru í dag hesir :
Guðjón Valur Sigurðsson - 8 (3)
Aron Pálmarsson - 7
Alexander Petersson - 6
Róbert Gunnarsson - 4
Arnór Þór Gunnarsson - 2 (1)
Snorri Steinn Guðjónsson - 2
Vignir Svavarsson - 2
Ásgeir Örn Hallgrímsson - 1
Støðan í HM-bólki C :
1 | Svøríki | 1 | 1 | 0 | 0 | 24:16 | 2 |
2 | Egyptaland | 1 | 1 | 0 | 0 | 34:20 | 2 |
3 | Frakland | 1 | 1 | 0 | 0 | 30:27 | 2 |
4 | Ísland | 2 | 1 | 0 | 1 | 48:48 | 2 |
5 | Kekkia | 1 | 0 | 0 | 1 | 27:30 | 0 |
6 | Algeria | 2 | 0 | 0 | 2 | 44:66 | 0 |