Hann er føddur í 1989, og hann hevur verið dómari í fremstu røð í Íslandi síðani 2013.
Í kvøld fer Ívar Orri Kristjánsson úr Íslandi fyri fyrstu ferð at vera dómari í A-landsdysti. Tað verður á Tórsvølli, har hann fer at bríksla fyri fyrstu ferð klokkan 19.45, tá ið Liktinstein verður gestur hjá Føroyum.
Í Íslandi er hann skrásettur fyri at hava dømt 99 landskappingardystir í bestu deildini.
Hann hevur dømt tveir U-21 landsdystir og fleiri U-17 landsdystir, og so hevur hann dømt tríggjar Europa League dystir. Ein av teimum var í august í fjør, tá ið NSÍ tapti 6-0 í Aberdeen.
Viðhvørt døma dómarar úr okkara grannalondum í føroysku landskappingini. Hesin Ívar Orri Kristjánsson, sum í kvøld verður dómari millum Føroyar og Liktinstein, var dómari í einum dysti í Føroyum í 2014. Tað var á Svangaskarði, har Víkingur vann 3-1 ímóti B68.
Fýra spælarar, sum í kvøld eru í landsliðshópinum, vóru við ta ferðina: Hallur Hansson, Heðin Hansen, Sølvi Vatnhamar og Gunnar Vatnhamar, sum varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tveir minuttir. Hallur Hansson sá gula kortið, og tað gjørdu tríggir B68 spælarar eisini: Andrias á Líknargøtu, Bjarki Johannesen og Kristian Anton Andreasen.
Hjálpardómarar í kvøld vera Gylfi Mar Sigurdsson og Johann Gudmundsson, sum báður eru úr Íslandi. Alex Troleis verður fjórði dómari.