Íslendska fótbóltssambandið stuðlar ikki Infantino

KSÍ stuðlar ikki afturvalinum av Gianni Infantino sum FIFA-forseta

Vanda Sigurgeirsdóttir er forseti hjá KSÍ

23. mars verður aðalfundurin hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA hildin í afrikanska landinum, Rwanda.

 

Verandi FIFA-forsetin, Gianni Infantino er einasta valevnið til valið av forseta. Men hetta merkir ikki, at øll fótbóltssambond stuðla endurvalinum av Gianni Infantino.

 

Nú fer íslendska fótbóltssambandið eisini at gera sum danska fótbóltssambandið, og fer ikki at stuðla endurvalinum av Infantino.

 

Forsetin hjá KSÍ, Vanda Sigurgeirsdóttir sigur, at tey eru ikki nøgd við leiklutin hjá Infantino undir HM-endaspælinum í Katar, har sýtt var summum liðum at gera politiskar markeringar við armbindum o.ø. 

 

Vanda Sigurgeirsdóttir sigur í samrøðu við fotbolti.net, at Infantino hevur framt góð ting fyri fótbóltin, men sigur Infantino hava verið eitt vónbrot undir HM-endaspælinum í Katar.

 

 

 

 

Vanda Sigurgeirsdóttir er forseti hjá KSÍ