Fáur miðil í Íslandi fylgir íslendskum fótbólti betur enn Fótbólti.net.
Tá íslendska kappingin endaði farna vikuskiftið høvdu tey longu valt ársins lið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Millum teir 11 kosnu er føroyski landsliðsleikarin hjá Víkingi Reykjavík, Gunnar Vatnhamar: - Føroyski landsliðsleikarin gjørdist partur av hópinum stutt undan kappingarbyrjan, og hann hevur reint út sagt havt eitt frálíkt summar. Sum leikari er hann sum kletturin, og hann passar sum fótur í hosu til leikstílin hjá Víkingi. Hann er eisini eitt gott vápn hjá teimum við deyðbóltsstøður, og hevur eisini skotið nøkur mál. Skrivar Fótbolti.net.
Gunnar hevur vunnið greipuna í Íslandi og er á ársins liði, KÍ-arnir á landsliðnum kunnu fegnast um FM og luttøku í Europa Conference League bólkaspælinum. Brandur H. Olsen og Jóannes Bjartalíð kunnu fegnast um uppflytingina hjá Fredrikstad, og Klæmint A. Olsen kann fegnast um luttøkuna hjá Breiðablik í Europa Conference League bólkaspælinum, og teir vera við í Evropa aftur komandi summar. Nógvir av føroysku landsliðsleikarunum hava havt framúr góðar og jaligar upplivingar seinastu tíðina. Vónandi kunnu hesar lyfta okkara leikarar til at fremja eitt bragd móti einum Lewandowski-leysum pólskum liði.