Íslendski metmaðurin: Einki er størri enn at umboða sítt land

Guðjón Valur Sigurðsson eigur metið við flest landsliðsmálum í manshondbólti

43 ára gamli Guðjón Valur Sigurðsson er ein stór legenda, bæði í íslendskum og altjóða hondbólti.

 

Hann byrjaði sína yrkisleið í felagnum har Nicholas Satchwell og Allan Norðberg nú royna seg, KA á Akureyri.

 

Hann hevur spælt við bundesliguliðunum, TUSEM Essen, Gummersbach, Rhein Neckar Löwen og THW Kiel. Hann hevur eisini spælt við danska liðnum AG Keypmannahavn, og við FC Barcelona og Paris Saint Germain.

 

Í stórari samrøðu við heimasíðuna hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF sigur, Guðjón Valur Guðjónsson, at hann er sera fegin um ta yrkisleið hann hevur havt í Týsklandi, Danmark, Spania og Fraklandi, og teir sigrarnar hann hevur vunnið har.

 

Men so slær Guðjón Valur Sigurðsson fast við stórum bókstavum: - Óannsæð hvørjum feløgum ein hevur spælt við og tey steyp ein hevur vunnið hesum feløgum. so er EINKI størri enn at bera troyggjuna hjá landi sínum, troyggjuna hjá landsliðnum. Onkuntíð upplivdu vit, at 70 prosent av øllum íslendingum sóu okkara dystir. Og eg eri takksamur fyri hvønn av teimum 365 landsdystunum eg kundi umboða Ísland við troyggjunummarinum 9. Eg eri heilt einfalt errin at hava havt hendan møguleikan í meir enn 20 ár. Tað snýr seg ikki um met ella um steyp, tað snýr seg um at spæla fyri og at umboða títt land. Eg spældi við íslendska landsliðnum til 22 stórar altjóða kappingar, EM, HM og OL-kappingar. Tað var tað fremsta avrikið hjá mær. Ella løturnar tá íslendski forsetin kemur inn í umklæðingarrúmið saman við børnum sínum fyri at heilsa upp á okkum, tað eru løtur sum eru minni fyri lívið. Slær Guðjón Valur Sigurðsson fast í samrøðuni. 

 

Við íslendska landsliðnum vann Guðjón Valur Sigurðsson OL-silvur í 2008 og EM-bronsu í 2010.

 

Guðjón Valur Sigurðsson skoraði 1879 mál fyri Ísland í 365 landsdystum, og tað er heimsmet í manshondbólti. Um hetta sigur íslendska legendan: - Nógv fólk tosa um metið hjá mær. Eg leggi ikki so nógv í hetta metið sjálvur. Eg var glaður vegna rumensku Christinu Neagu tá hon tók mítt EHF Euro málmet í november í 2022. Og eg verið fegin tá ein mannligur leikari hevur skotið fleiri mál enn eg, antin fyri íslendska landsliðið ella til komandi EM-endaspælið. Tí eg eigi ikki hatta metið. Eg tók metið frá einum øðrum, og ein annar fer at taka metið frá mær. Soleiðis er lívsins gongd. Staðfestir Guðjón Valur Sigurðsson.

 

Síðani 2020 hevur Guðjón Valur Sigurðsson verið venjari hjá týska bundesliga-liðnum, Gummersbach.