Íslendskt kór fylti Rásarúmið

Rás2 fekk forkunnuga frændavitjan tíðliga í morgun, tá 30 sangarar hertóku Rásarúmið

Í hesum døgum vitjar íslendska kórið "Kirkjukór Laugalandsprestakalls" í Føroyum.

Kórið er úr Eyjafjarðarsveit, sum er ein kommuna beint við Akureyri, sum er størsti býur á Norðurlandinum.

Kórið varð stovnað í 2001 og tað eru einir 30 sangarar í tí.

Kórið syngur fast í fimm kirkjum og nú, tey koma til Føroya, er hetta fyrsta uttanlandsferðin hjá tí.

Á konsertunum fara tey at syngja íslendskar og aðrar sálmar, umframt bæði eldri og nýggjar íslendskar fólka- og fosturlandssangir –og so er eitt føroyskt verk eisini á skránni.

Tíðliga í morgun vitjaði kórið morgunsendingina hjá Rás2. Við at trýsta á hesa leinkjuna ber til at hoyra tey syngja "Í Noreg búðu raskir menn": http://www.youtube.com/watch?v=Ria6seB8PT8

Og á hesari leinkjuni ber til at hoyra kórið syngja ein íslendskan sálm: http://www.youtube.com/watch?v=3MqfYJx9VLY

Í kvøld klokkan 20 syngur kórið í Vesturkirkjuni í Havn.

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá vit skiftu orð við tveir sangarar í kórinum.