Tað skrivar íslendska blaðið Morgunblaðið.
Sambært Morgunblaðnum hevur íslendska Landhelgisgæslan havt eyga við skipinum, síðani tað kom inn í íslendska búskaparøkið um vikuskiftið.
Fyrr hevur Landhelgisgæslan upplýst, at manningin á Bandero ikki hevði boðað frá, hvar skipið var, og at AIS-staðsetingarskipanin var sløkt. Manningin segði tá, at skipanin var óvirkin.
Nú er tó staðsetingarskipanin tendrað aftur, og sambært Morgunblaðnum siglir Bandero vestan fyri Ísland við varðskipinum Þór nærhendis.
Paul Watson hevur boðað frá, at ætlanin er at mótmæla íslendsku hvalaveiðini. Íslendskar myndugleikar hava tí styrkt tilbúgvingina og fylgja gongdini neyvt.










