Ísrael dripið enn ein iranskan hernaðarleiðara

Ísrael sigur, at tað var Saeed Izadi, sum hevði ábyrgdina av at veita Hamas vápn fyri álopið á Ísrael hin 7. oktober í 2023

Ísrael sigur seg hava dripið iranska hernaðarleiðaran, Saeed Izadi, í einum álopi á eina íbúð í iranska býnum, Qom.

 

Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, sigur, at hendingin fór fram í nátt ella í morgun. 

 

Upplýsingarnar um drápið av Saeed Izadi eru í løtuni ikki váttaðar av øðrum pørtum enn ísraelsku myndugleikunum.

 

Saeed Izadi verður lýstur sum veteranur í sonevndu Quds-deildunum hjá Iran.

 

Hetta er tann parturin sum fæst við uttanlandsvirksemi hjá iransku kollveltingarhyrðuni.

 

Sagt verður, at Saeed Izadi hevur havt við veitingarnar av iranskum vápnum til Palestina og Gaza at gera.

 

Ísrael sigur, at tað var Saeed Izadi, sum hevði ábyrgdina av at veita Hamas vápn fyri álopið á Ísrael hin 7. oktober í 2023.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.