Ísrael: Eingin tekin um loftálop á sjúkrahús

Ísraelski herurin leggur Hamas undir at yvirdríva talið av deyðum og særdum í spreinging við sjúkrahús í Gaza.

 

Avvarðandi standa hjá teimum deyðu í álopi á al-Ahli-hospitalet í Gazagerinanum. Nógv av teimum deyður er førd til Ahli Arab sjúkrahúsið miðskeiðis í Gaza. Russland sigur, at Ísrael má prógva, at tað ikki hevði ábyrgdina av álopinum á sjúkrahúsið. - Foto: Dawood Nemer/Ritzau Scanpix

Tað eru eingi tekin um eitt loftálop við al-Ahli-sjúkrahúsið í Gazageiranum, sigur ísraelski herurin, sum í dag hevur almannakunngjørt eina videoupptøku, sum skal prógva, at tað var ein rakett frá Islamiskt Jihad, sum við einum óhappi rakti sjúkrahúsið.

– Tað er einki spreingihol – einki, sum bendir á eitt loftálop, sigur ísraelski herurin og leggur afturat, at Hamas yvirdrívur talið av deyðum og særdum í spreingingini við sjúkrahúsið.

Á videoupptøkum sæst eldur á staðnum, haðani rakettin eftir øllum at døma er skotin.

Ísraelska verjan vísir eisini á, at tað ikki eru hendir bygnaðarligir skaðar á bygningar við sjúkrahúsið, sum ikki er rakt beinleiðis.

Ísraelski herurin sigur við The New York Times, at sjúkrahús ikki eru »hernaðarlig mál« fyri Ísrael.

– Herurin er við at kanna kelduna til spreingingina, og hann setur sum altíð fresmt neyvleika og tað at vera álítandi, stendur í boðunum frá ísraelska herinum.

Palestinsku heilsumyndugleikarnir í býnum hava sagt, at fleiri enn 500 fólk eru deyð. Talið av deyðum er ikki váttað av óheftum keldum.

Vápnaðu islamsiku bólkarnari, Hamas og Islamskt Jihad geva Ísrael ábyrgdina fyri álopið.

Russland sigur, at Ísrael eigur at leggja myndatilfarið fram, sum kann prógva, at landið ikki stóð aftan fyri álopið á al-Ahli-sjúkrahúsið í Gazageiranum í gjár.

– Ísrael má leggja fram prógv sum fylgisveinamyndir, um tað ikki hevði framdi álopið, skrivar ráðið.

Ein talskvinna fyri russiska uttanríkismálaráðið, Mari Zakharova sigur við Radio Sputnig, at álopið var »ein brotsgerð – ein ómenniskjanslig gerð«.

– Tað er onkur, sum púra opið roynir at leggja ábyrgdina frá sær, men tað er ikki nóg mikið, at tú bara setur fram viðmerkingarí miðlunum eftir eina slíka gerð, so Ísrael og USA mugu leggja fram fylgisveinamyndir, sigur hon.

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, mælir til »eina gjølla kanninga av spreingingini við sjúkrahúsið«.

/ritzau/Reuters

 

Avvarðandi standa hjá teimum deyðu í álopi á al-Ahli-hospitalet í Gazagerinanum. Nógv av teimum deyður er førd til Ahli Arab sjúkrahúsið miðskeiðis í Gaza. Russland sigur, at Ísrael má prógva, at tað ikki hevði ábyrgdina av álopinum á sjúkrahúsið. - Foto: Dawood Nemer/Ritzau Scanpix