Ísrael hevur framt stórálop á Iran

Sagt verður, at seks kjarnorkugranskarar eru deyðir, eins og ovastin fyri iransku kollveltingarhirðuna, Hossein Salami, eisini er deyður

Ísrael hevur lopið á Iran í nátt, og Ritzau endurgevur Reuters fyri at siga, at seks kjarnorkugranskarar hava latið lív.

 

Álopið var serliga vent móti virkseminum hjá Iran at ríka uran og kjarnorkuvirksemi landsins.

 

Kelda til tíðindini hjá Reuters er partvís iranska tíðindastovan, Tasnim.

 

Sagt verður, at granskararnir, sum hava latið lív, eru Abdolhamid Minouchehr, Ahmadreza Zolfaghari, Amirhossein Feqhi, Motalleblizadeh, Mohammad Mehdi Tehranchi og Fereydoun Abbasi.

 

Sambært Ritzau, sum endurgevur Reuters og aðrar útlendskar miðlar, er ikki greitt, hvar hesir vórðu staddir, tá teir vórðu álopnir og lótu lív. 

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at ísraelsku álopini hava rakt hjartað í kjarnorkuætlanini hjá Iran og royndum landsins at ríka uran.

Sagt verður, at ætlanin við ísraelska álopinum er at skaða kervið hjá Iran, sum hevur við kjarnorkuætlanir landsins at gera og verksmiðjur, sum framleiða ballistiskar rakettir, umframt onnur hernaðarlig mál.

 

Iranskir miðlar hava eisini borið tíðindi um spreingingar við stóra iranska kjarnorkuverkið í Natanz.

 

Tíðindamiðilin Al Jazeera sigur, at Ísrael eisini hevur lopið á iranska høvuðsstaðin, Teheran, Tabriz, Isfahan, Arak og Kermanshah.

 

Greitt er ikki, hvussu mong hava latið lív í ísraelska álopinum á Iran, men fyrr í morgun hevur verið sagt, at nøkur fólk lótu lív í einum íbúðarøki í iranska høvuðsstaðnum.

 

Sagt verður eisini, at ovastin í iransku kollveltingarhirðuni, Hossein Salami, hevur latið lív í einum álopi á høvuðsstøðina hjá kollveltingarhirðuni.

 

Sambært útlendskum miðlum hevur stápsleiðarin fyri vápnaðu deildirnar í Iran, Mohammad Bagheri, eisini latið lív.

 

Eitt talsfólk fyri Ísrael sigur, at 200 stríðsflogfør vóru partur av átakinum í nátt, har 100 ymisk mál í Iran vórðu rakt.

 

Bæði Reuters og AFP hava skrivað, at umleið 50 fólk, harímillum kvinnur og børn, eru deyð í ísraelsku álopunum á Iran í nátt.

 

Eftir ísraelska álopið sendi Iran umleið 100 dronur inn í Ísrael, og ísraelski herurin sigur seg hava roynt at bart iranska álopið niður.