Ísrael hóttir Libanon við nýggjum álopum

- Tað verður eingin friður í Beirut og eingin friður ella stabilitetur í Libanon - uttan trygd fyri Ísrael, sigur ísraelski verjumálaráðharrin

Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, ávarar í dag um, at Ísrael fer at halda fram við sínum álopum á Libanon, til Hizbollah er avvápnað.

 

Í gjárkvøldið leyp Ísrael á partar av libanska høvuðsstaðnum í royndini at raka Hizbollah, og fólkið í býarpartinum fekk boð um álopið.

 

- Tað verður eingin friður í Beirut og eingin friður ella stabilitetur í Libanon - uttan trygd fyri Ísrael, sigur verjumálaráðharrin sambært AFP.

 

 Israel Katz leggur aftrat, at avtalur skulu haldast, og verður tað ikki gjørt, sum kravt verður, fer Ísrael at halda fram við harðari hond, sum hann tekur til. 

 

Ávaringin kemur dagin eftir, at Ísrael framdi loftálop í syðra parti av Beirut.

 

Ísrael heldur, at Hizbollah fyrireikar seg til næsta kríggj og brúkar støðir, sum liggja goymdar undir bakkanum, til framleiðslu av dronum.

 

- Ísraelska álopið í gjárvøldið verður fordømt av Iran, sum stuðlar Hizbollah, veit tíðindastovan AFP at siga í morgun.