Ísraelsk krígsflogfør hava bumbað høvuðssætið hjá fregnartænastuni hjá Hizbollah í høvuðsstaðnum í Libanon, Beirut.
Umframt høvuðssætið eru fleiri av samskiftismiðstøðunum hjá hernaðarrørsluni eisini álopin, skrivar blaðið Times of Israel.
Ísraelski herurin sigur, sambært upplýsingunum, at álopið var rættað móti starvsfólki í fregnartænastudeildini hjá Hizbollah, móti vakmyndatólum, høvuðssætinum hjá tænastuni og øðrum undirstøðukervi, sum Times of Israel skrivar.
Ongar upplýsingar vóru úr Beirut um umfangið av álopinum, sum er tað seinasta í eini røð av ísraelskum álopum á Hizbollah seinastu vikurnar.
Millum annað hevur Ísrael dripið fleiri leiðarar í Hizbollah. Millum tey dripnu er Hassan Nasrallah, sum var ovasti leiðari í pro-iransku rørsluni.
Víðkanin av krígnum hevur rakt Libanon hart.
Herurin í Libanon boðar í dag frá, at seinasta stríðið hevur kostað lívið hjá teimum fyrstu hermonnunum úr herinum.
Sambært tíðindastovuni AFP hendi hetta í býunum Bint Jbeil og Taybeh har suðuri í Libanon undir ísraelskum álopum.
Hermenninir hjálptu Reyða Krossi og sivilfólki at sleppa burtur.
Ísrael hevur í dag heitt á íbúgvar í fleiri enn 20 bygdum í Suðurlibanon um at ferðast norðureftir.
Stríðið harðnaði eftir 17. september, tá túsundtals Hizbollah-bipparar brustu og drupu fleiri hundrað. Fleiri túsund fingu skaða.
Síðani tá hevur Ísrael lopið á Hizbollah-mál sum hernaðarleiðarar, lóðurgoymslur og harvið eisini fregnartænastuna.
Ongar álítandi upplýsingar eru um talið av offrum.
Firass Abiad, heilsumálaráðharri í Libanon, sigur sambært AFP, at 1.974 fólk eru deyð síðani bardagarnir byrjaðu.
Teirra millum eru 40 libanesiskir bjargingar- og sløkkiliðsfólk.
Orsøkin til økingina í krígnum er álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023.
Tað var tá, at Hamas fór inn í Ísrael úr Gaza og drap 1200 fólk og tók 250 gíslar.
Dagin eftir fór Hizbollah at bumba Ísrael við rakettum úr Libanon.
Tað var í samhuga við Hamas, sigur Hizbollah.
Rakettirnar hjá Hizbollah hava havt við sær, at stívliga 60.000 ísraelar í Norðurísrael eru noyddir úr húsum sínum.
Stjórnin í Ísrael sigur, at núverandi álopini eru fyri at steðga skelvingini hjá Hizbollah.
/Ritzau/