Ísrael leypur á sjúkrahús har norðuri í Gaza

Sambært sjúkrahúsleiðaranum í býnum, Beit Lahia, byrjaðu ísraelsku álopini á sjúkrahúsið tíðliga í morgun.

Ísraelskar herdeildir hava í dag lopið á eitt sjúkrahús har norðuri í Gaza, eftir at herdeildirnar høvdu kringsett sjúkrahúsið.

Talan er um eitt indonesiskt sjúkrahús í býnum, Beit Lahia.

Leiðarin á sjúkrahúsinum, Marwan Sultan, sigur, at bæði heilsustarvsfólk og sjúklingar eru í stórum vanda.

Sum skilst, er indonesiska sjúkrahúsið eitt av trimum, sum eru eftir í norðara parti av Gazageiranum.

Ísraelski herurin hevur áður kravt, at fólk skulu rýma av sjúkrahúsum har norðuri í Gaza, men sjúkrahúsini eru full av særdum og øðrum sjúklingum.

Tískil hava starvsfólkini á hesum sjúkrahúsum sýtt fyri at akta ísraelsku boðini.

Sambært sjúkrahúsleiðaranum í býnum, Beit Lahia, byrjaðu ísraelsku álopini á sjúkrahúsið tiðliga í morgun.

Sagt verður, at sjúkrahúsið er fullkomiliga kringsett av ísraelskum stríðsvognum.

- Streymurin er slitin, og ísraelsku herdeildirnar hava lopið á triðu og fjórðu hædd á sjúkrahúsinum, sigur leiðarin á sjúkrahúsinum.

Tíðidastovan NTB veit at siga, at í minsta lagi 50 fólk eru deyð í ísraelskum álopum ymsastaðni í Gazageiranum í dag.