Ísraelski herurin sigur seg hava tamarhald á 40 prosentum av Gaza býi.
Tað sigur Effie Defrin, talskvinna fyri ísraelska herin, í einum videoboðum, sambært tíðindastovuni Reuters.
- Vit halda fram við at oyðileggja undirstøðukervið hjá Hamas. Í dag hava vit ræði á 40 prosentum av økinum í Gaza býi. Raksturin fer framhaldandi at vaksa og intensiverast komandi dagarnar, sigur hann sambært Reuters.
Frágreiðingin er ikki váttað av øðrum keldum.
Ísrael vil hava tamarhald á Gaza-býni og fór undir álop móti býnum seinast í august. Í hesum sambandi eru álopini á býin økt, og heitt er á íbúgvarnar um at leita sær skjól.
- Vit fara framhaldandi at elta Hamas allastaðni, sigur Effie Defrin, sambært Reuters.
Hann legði afturat, at uppgávan bert endar, tá teir ísraelsku gíslarnir, sum eru eftir, eru leyslatnir og stýrið hjá Hamas er endað.
Sambært Reuters fóru ísraelskar herdeildir fram gjøgnum ytru útjaðararnar í dag og eru nú nakrar fáar kilometrar frá miðbýnum í Gaza.
Sambært heilsumyndugleikunum í Gaza vórðu í minsta lagi 53 palestinar dripnir í dag - teir flestu í Gaza býi.
ST hevur mett, at næstan ein millión fólk búgva í Gazabýnum og økjunum kring býin.
/Ritzau/