Í minsta lagi 400 ísraelar eru deyðir, síðani Hamas tíðligaí gjár leyp á Ísrael.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters við upplýsingum frá ísraelskum sjónvarpstøðum.
Yvir 2.048 ísraelar eru særdir, verður sagt úr heilsumálaráðnum í Ísrael, sambært ísraelska blaðnum Ha'artez.
Av teimum eru støðan hjá 20 hættislig, meðan 330 er álvarsliga særd.