Ísraelskir stríðsvognar komnir inn í miðbýin í Gaza

Tað hevur verið ein av »teimum ræðuligastu náttunum« higartil, sigur Gaza-borgari eftir ísraelska atsókn

 

Roykur sæst úr Khan Younis í dag undir álopunum. - Foto: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix

Ísraelskir stríðsvognar hava í dag strítt seg fram til miðbýin í syðra Gaza høvuðsbýi, Khan Younis.

Tað er sum liður í atsókn í syðra Gaza.

Borgarar siga, at stríðsvognar eru komnir til høvuðsvegi, sum gongur frá norði til suður í miðjuni av Khan Younis, eftir áhaldandi bardagar í nátt.

Vestan fyri tað øki, har framsóknin er, vóru fleiri flogálop.

Tjúkkur roykur sæst úr býnum, og tað er støðugt buldur frá spreinginum.

Júst í Khan Younis hava fleiri túsund fólk leitað sær skjól úr øðrum pørtum av Gaza.

– Tað hevur verið ein av teimum ræðuligastu náttunum, sigur ein pápi við fýra børnum, sum er farin úr Gaza Býi norðanfyri.

– Har var hørð mótstøa. Vit hoyrdu skot og spreingingar, sum ikki steðgaðu í fleiri tímar, sigur maðurin, sum ikki vil vera nevndur, fyri sína egnu trygd.

Ísrael fór undir hetta álopið ímóti Khan Younis í kjalarvørrinum av vápnahvíldini, sum steðgaði.

Men báðir partar siga eisini frá hørðum bardøgum í norðara parti av Gazageiranum.

Har hevur Ísrael áður sagt, at landsins deildir annars í síðsta mánaði høvdu tamarhaldið.

Í lýsingini hoyrdust spreingingar. Eisini her var nógvur roykur, sum sást úr Ísrael.

Landálopið í Gaza er liður í svarinum hjá Ísrael upp á álopið hjá Hamas rørsluni á Ísrael 7. oktober. Tá doyðu umleið 1200 fólk í Ísrael, meðan Hamas tók umleið 240 gíslar.

Altjóða hjálparfelagsskapir siga, at víðkaða álopið hevur ført til, at 2,3 milliónir fólk í Gaza einki stað hava at leita sær skjól.

Heilsumyndugleikarnir, sum Hamas hevur ræði á, siga, at minst 17.700 fólk er deyð í Gaza.

/ritzau/Reuters

 


 

 

Roykur sæst úr Khan Younis í dag undir álopunum. - Foto: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix