Ísraelskt álop rakti neyðhjálpargoymslu hjá ST

- Vit kunnu vátta, at ein av goymslunum hjá UNRWA og útveitingarstøðin í Rafah eru rakt, sigur Juliette Touma.

Talsfólkið hjá UNRWA-hjálparfelagsskapinum, Juliette Touma.

Ein av neyðhjálpargoymslunum fyri palestinsk flóttafólk í Gazageiranum er rakt í einum ísraelskum álopi í dag.

 

Talan er um eina goymslu hjá ST-hjálparfelagsskapinum, nevndur UNRWA. 

 

- Vit kunnu vátta, at ein av goymslunum hjá UNRWA og útveitingarstøðin í Rafah eru rakt.

 

Tað sigur talsfólkið hjá UNRWA-hjálparfelagsskapinum, Juliette Touma.

 

Hon leggur aftrat, at eitt stórt tal av fólki fingu løstir í álopinum í dag.

 

- Enn hava vit ikki fingið neyvar upplýsingar um, hvat hendi, og hvussu mong starvsfólk hjá UNRWA eru rakt, sigur Juliette Touma.

 

Sambært palestinsku heilsumyndugleikunum lótu fýra fólk lív í ísraelska álopinum á neyðhjálpargoymsluna.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr Gazageiranum seinnapartin í dag.

 

 

 

Talsfólkið hjá UNRWA-hjálparfelagsskapinum, Juliette Touma.