Italia hevur góða EM og HM søgu ímóti Týsklandi

Italia og Týskland hava møtst í átta EM og HM endaspølum, og týskararnir hava enn sín fyrsta sigur til góðar

Klokkan 20 i kvøld verður ein hin størsti klassikarin í EM og HM søguni, tá Týskland og Italia spæla fjórðingsfinalu. Verður hugt eftir tí søguligu, so eru tað italiumenn, sum skulu gleða seg til í kvøld.

 

Í søguni hjá Týsklandi, sum hagfrøðisliga hevur yvirtikið landsliðssøguna, sum Vesturtýskland hevði millum 1949 og 1990, er tað ongantíð eydnast týskarum/vesturtýskarum at vinna á italiumonnum í einum EM ella einum HM endaspæli í fótbólti.

 

Týskland hevur vunnið átta venjingarlandsdystir ímóti Italia, men teir viga ikki serliga tungt ímóti teimum avgerandi dystunum, sum Italia hevur vunnið á Týsklandi. Italia og Týskland hava møtst átta ferðir í EM og HM endaspølum, og italiumenn hava vunnið fýra av hesum dystunum, og fýra eru endaðir javnir. Týskarar hava til góðar at vinna sín fyrsta EM ella HM dyst ímóti Italia. 

 

Teir fýra javnleikirnir hava allir verið í bólkaspølum í EM og HM endaspølum. Í bólkaspælinum í HM endaspælinum í Chile í 1962 spældu Italia og Vesturtýskland javnleik 0-0. Í bólkaspælinum í HM endaspælinum í Argentina í 1978 spældu Italia og Vesturtýskland aftur javnleik 0-0. Í bólkaspælinum í EM endaspælinum í Vesturtýsklandi í 1988 spældu liðini javnleik 1-1, og í bólkaspælinum í EM endaspælinum í Onglandi í 1996 spældu liðini javnleik 0-0.

 

Verður hugt eftir teimum fýra EM og HM sigrunum, so er talan um nakrar veruligar tungvektarar í søguni. Fyri bara fýra árum síðani tapti Týskland EM-hálvfinaluna 1-2 ímóti Italia í EM-endaspælinum, sum var í Pólandi og í Ukraina. Í 2006 var HM endaspælið í Týsklandi, og tá vann Italia hálvfinaluna 2-0 á Týsklandi. Í 1982 møttust liðini í finaluni í HM-endaspælinum, sum var í Spania. Italia vann ein sannførandi 3-1 sigur. Í 1970 møttust Italia og Vesturtýskland í hálvfinaluni í HM-endaspælinum í Meksiko. Talan gjørdist um ein sera minniligan dyst, sum Italia vann 4-3 aftaná longda leiktíð. Dysturin var av fótbóltsserfrøðingum valdur at verða tann besti fótbóltsdysturin í 20. øld. 

 

So týskarar hava ikki søguna við sær ímóti Italia, men venjarin og spælararnir hjá Týsklandi siga, at teir lata seg ikki nerva av søguni. Klokkan 22 ella seinni vita vit, um týskarar hava vunnið sín fyrsta sigur á Italia í einum endaspæli, ella um Italia heldur fram við søguliga takinum teir higartil hava havt á týskarum.