Italia: Pengarnir hava skyldina

- Um tú hyggur eftir HM í Suðurafrika, so sært tú at øll tey stóru londini í Europa eru í trupulleikum. Millum sín, hava Spania, Frakland, Ongland, Týskland, og Italia bara vunnið tveir dystir. Fyri uttan Holland, so eru tað bara lið úr Mið og Suðuramerika, sum kunnu smílast, sigur Giancarlo Abete, sum er forseti í Italska Fótbóltssambandinum.

 

Seks tær stóru fótbóltstjóðirnar í Europa, Holland, Týskland, Spania, Italia, Frakland og Ongland, hava bara vunnið fýra dystir tilsamans higartil í HM.

 

- Um tú hyggur eftir Real Madrid, so teir eitt budget, sum er átta ferðir størri enn tað hjá Spanska Fótbóltssambandinum. Tað einasta vit kunnu gera, er at eggja venjarunum at brúka fleiri ungar spælarar, sigur Giancarlo Abete.

 

Tá Inter Milan vann Champions League finaluna í ár, var ongin italiumaður millum teir ellivu, sum byrjaðu inni.

 

Seinasti dysturin hjá Italia í bólkaspælinum er ímóti Slovakia í morgin klokkan 15.00.