Italia vann á Belgia

EM 2020: Italia er víðar til hálvfinaluna við 2-1 sigri á Belgia í kvøld

Italia heldur fram við góðu gongdini, og hevur í kvøld vunnið seg í hálvfinaluna í EM-endaspælinum. Italia vann 2-1 á Belgia, sum leingi hevur verið nummar eitt á heimsstyrkilistanum.

Italia kom á odda aftaná 31 minuttir, tá Nicolo Barella meddaði til úr høgru. Gott bleiv til betri, tá Lorenzo Insigne eiin minutt fyri hálvleik økti til 2-0 við framúr skoti. Úr vinstru sendi hann bóltin dygst inn við handaru stong.

Italia fekk bara ein minutt við frástøðu niður til Belgia, tí Giovanni Di Lorenzo heldur óneyðugt skumpaði Jeremy Doku umkoll í brotsteiginum. Tað eru ymiskar meiningar um brotssparkið, men Romelu Lukuku legði líka í og skoraði.

Í seinna hálvleiki hevði Belgia ringt við at skapa dystin, men sum tíðin gekk kom eitt ávíst trýst. Italiumenn dugdu eisini væl at spæla sær á vøllinum og fáa tíðina at ganga. Tað riggaði og Italia er víðari til hálvfinaluna móti Spania.