Tað var ikki við bestu vónunum, at føroyska U?18 landsliðið leygardagin fór á vøllin vøllin í Osimo í Italia. Italsku vertirnir høvdu í summar vunnið EM kappingina, og sjálvt um teir nú hava eitt nýtt lið, so var tað greitt, at talan fór at verða um ógvuliga stóra mótstøðu hjá føroysku unglingunum.
Italia vann 6?0. Tað var als eingin ivi um, hvat liðið var tað betra, men venjarin hjá føroyska liðnum, Jógvan Martin Olsen, er ikki nøgdur við støddina á tapinum:
? Vit taptu við í hvussu so er tveimum málum og nógv. Okkara hava tveir risa stórar møguleikar at fáa mál, men teir eru ikki nóg neyvir og avgjørdir, tá tað mest ræður um. Og tvey av italsku málunum vóru púra óneyðug, tí tey stóðuast av persónligum mistøkum, sum ikki eiga at koma fyri á hesum støðinum, sigur Jógvan Martin Olsen úr Italia.
Leingi lítil munur
Italsku spælararnir koma úr kendu feløgunum har niðri. Málverjin var úr Roma, og útispælararnir vóru úr Napoli, Milan, Inter, Torino, Juventus, Parma, Bologna og Genoa. Onkrir teirra spæla longu í bestu italsku deildini. Italiumenninir vóru skjótari og bólttryggari, og teir fingu skjótt hol á. Eftir uppspæl í høgru og innlegg skoraðu teir í sjeynda minutti.
Føroyingarnir royndu at leggja sær eina við ikki at sparka, men heldur at spæla fótbólt. Mótstøðumenninir høvdu bóltin meiri, men tað eydnaðist føroyingunum at vera við, og eftir eitt korter var tað um reppið, at teir javnaðu. Hjalgrím Elttør fór til baklinjuna í høgru, men ólukkutíð fekk Fróði Jóanesarson akkurát ikki fatur á innlegginum.
Síðstu løtuna av 1. hálvleiki økti Italia tvær ferðir. Í 41. minutti øktu teir til 2?0. Tað var upp á beinleiðis fríspark, og føroysku spælararnir vóru í hesum sambandinum rættuliga illa við. Jón Rói Jacobsen, sum var sterkur í miðverjuni, tóktist vinna luftbólt á markinum til brotsteigin. Ukreinski dómarin bríkslaði fyri frísparki til heimaliðið. Føroyingarnir gjørdu manngarð, ein italiumaður stillaði seg í verjugarðin, hann togaði ein av føroysku spælarunum niður. Dómarin tóktist ganga ímóti ástaðnum, og meðan føroyingarnir bíðaðu eftir, hvat hann fór at døma, smekkaði ein frísparksbóltin í holið, sum var komið í verjugarðin.
Í yvirtíðini av 1. hálvleiki økti Italia til 3?0. Teir spæla eitt tvey við ein av álopsmonnunum, sum leggur út frá aftur, og langskotið fer í málið aftanfyri Pól N. Joensen.
At tvey mál komu síðstu løtuna undan steðginum kendist sera meint, tí italiumenninir høvdu harvið fingið meiri enn fulla úrtøku burturúr fáu møguleikunum.
Tætt í hálvan tíma
Jógvan Martin Olsen sigur seg vera væl nøgdan við avrikið fyrsta hálva tíman av 2. hálvleiki:
? Tølini siga, at vit taptu 6?0, og harvið mugu vit boyggja okkum fyri, at mótstøðumenninir vóru væl betri. Men tað var bara í heilt stuttum pørtum av dystinum, at munurin kom til sjóndar. Fyrsta lítla hálva tíman av 1. hálvleiki vóru okkara sera væl við, og tað vóru upplagdir møguleikar at gera mál. Símun Joensen hevði gott langskot, sum fór dygst omanfyri. Tá vóru tíggu minuttir farnir. Fimm minuttir seinni legði Brynjolvur Nielsen hornaspark innfyri úr vintru, Símun Joensern var hægstur, men stútarin varð bjargaður á málstrikuni. Tað var sera harmuligt, heldur venjarin, sum vil vera við, at Jón Rói Jacobsen eitt stórt korter út í 2. hálvleik var snðttur fyri eitt brotsspark, tá hann eftir horna varð trðstur í ryggin.
? Tað kunnu vit kanska tosa um, men tað var eingin ivi um brotssparkið, tá Jann Ingi Petersen varð feldur, eftir at okkara høvdu spælt seg ígjøgnum í høgru. Tá vóru 29 minuttir farnir av seinna umfarinum, men tað læt ikki í dómaranum, sum eisini tagdi, tá vit eitt sindur seinni mettu, at Hjalgrím Elttør varð feldur, sigur Jógvan Martin Olsen.
Pól N. Joesen bjargaði onkrari góðari italskari roynd, men síðsta stóra korterið fekk Italia trý mál. Teir øktu til 4?0 eftir kiksaða rangstøðufellu. Tá var seinna umfarið 27 minuttir gamalt. Í 80. minutti øktu teir til 5?0. Føroyski málverjin var óheppin, tá hann skuldi tveita bóltin út til Brynjolv Nielsen. Bólturin fór í staðin til ein mótstøðumann, sum lættliga kundi trilla bóltin í málið. Síðsta málið var eisini rættuliga bíligt. Tað restaðu átta minuttir, tá málverjin bíðaði so mikið leingi at taka bóltin, at ein av mótstøðumonnunum fekk pilka bóltin frá honum.
? Í síðsta minuttinum høvdu bæði Fróði Jóanesarson og Bergur Djurhuus púrar upplagdar møguleikar. Teir vóru blankir fyri málinum, men megnaðu ávikavíst at stúta á málverjan og skeivu megin stólpan. Eg eri nøgdur við bóltspælið í stórum pørtum av dystinum, men eg eri sera vónbrotin av, at teir fingu fleiri ov løtt mál, og at vit ikki megnaðu at skora upp á upplagdar møguleikar, sigur Jógvan Martin Olsen.
Seinnapartin í gjár klokkan tvey skuldu føroyingar spæla ímóti Onglandi, og í morgin fara teir at spæla ímóti Andorra.
jh
Føroyska liðið ímóti Italia:
Pól N. Joensen, B36 ? Jann Ingi Petersen, B68 (Atli Gregersen, Randers Freja, 85.), Vagnur Mohr Mortensen, HB, Jón Rói Jacobsen, HB, Brynjolvur Nielsen, NSÍ ? Hjalgrím Elttør, KÍ, Niels Joensen, B36, Símun Joensen, liðformaður, KÍ, Bergur Djurhuus, NSÍ ? Fróði Jóanesarson, NSÍ, Bjarni Jørgensen, HB (Ragnar Poulsen, B36, 70.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Karstin Joensen, KÍ, Áki L. Hansen, NSÍ, Atli Danielsen, KÍ, Elfinn Ørvarodd, FS Vágar og Bárður Christiansen, HB.