Sambært italskum ítróttardagblaði er møguleiki fyri, at føroyski álopsspælarin Todi Jónsson fer at spæla við italska 1. deildarfelagnum Bari.
Corriere Dello Sport vil vera við, at italska felagið hevur fingið eyga á føroyska álopsspælaran, og er áhugað í at keypa hann frá FCK. Í leygardagsútgávuni hava teir sett føroyska landsliðsspælaran á forsíðuna undir yvirskriftini: Danski Mancini kemur til Bari, og her verður sipað til Toda Jónsson.
Tað er eingin loyna, at italsku bløðini ofta spenna tíðindbogan høgt, men tað slepst heldur ikki undan, at navnið hjá Toda Jónssyni nú er farið at runga í italsku fjølmiðlunum eisini. Um tað so eru avrikini á landsliðnum, sum hava fingið italiumenn varugar við Toda Jónsson, ella tað er hansara spæl fyri FCK, kunnu vit bara gita um.
Vit royndu í gjár at fáa fatur á høvuðspersóninum sjálvum, Toda Jónssyni, men hann var á veg til Lanzarote, har hann og liðfelagarnir í FCK fara at halda frí í nakrar dagar. Tað bar heldur ikki til, at fáa fatur á ítróttarstjóranum í FCK, Poul Erik Petersen, fyri at vita, um felagið kennir nakað til søgurnar í italsku fjølmiðlunum.
Todi Jónsson er í løtuni sáttmálabundin í FCK, men tað er vanligt, at tey ríku feløgini í Europa gjarna vilja brúka nógvar pengar, fyri at keypa spælarar leysar av sáttmálum, og er nakað um søguna í Corriere Dello Sport, er Bari, sum spælir í fremstu italsku deildini, til reiðar at gjalda nógvar milliónir fyri at fáa hendur á føroyska álopsspælaranum.