Í hesi vikuni vitjar italenski urguleikarin Enrico Presti í Føroyum og her fer hann at halda tvær konsertir
Tær verða í Fuglafirði og í Havn.
Enrico Presti er føddur í 1970 og fekk prógv sum urguleikari við prof. Wladimir Matesic í Bologna.
Hann hevur tikið prógv í telduvitan á fakultetinum og í matematik á universitetinum í Bologna.
Hann hevur verið á fleiri skeiðum við kendum urguleikarum og hevur spælt á nógvum konsertum bæði í Italia, Luxembourg og Svejts og hevur staðið fyri fleiri altjóða konsertrøðum í Bologna.
Í løtuni starvast hann lutvíst á fakultetinum fyri filosofi á universitetinum sama stað.
Meðan Enrico Presti er í Føroyum hevur hann konsert í Fuglafirði hósdagin 12. juli klokkan 19.30 og matiné í Havnar kirkju leygardagin 14. juli klokkan 11.30.
Konsertskráin hevur heitið, Souvenir, og har fer hann at spæla tónleik av Franck, Saint-Saens, Langlais John Cage, og øðrum.