Ítróttafagnaðurin: Hósvíkar Róðrarfelag er ársins ítróttafelagsskapur

Ársins ítróttafagnaður er í Varpinum í Klaksvík í kvøld

Mynd: Álvur Haraldsen

Í kvøld er stóra heiðurstiltakið: Ítróttafagnaðurin í Varpinum í Klaksvík.

 

Ársins ítróttarfelagsskapur er Hósvíkar Róðrarfelag, ið eisini er kent fyri tiltiknu Regatta-siglingina í august á hvørjum ári.

 

Elsa Samuelsen tók móti heiðrinum, ið róðrar-legendan, Jannie Dam Jacobsen handaði. 

 

Hinir báðir felagsskapirnir, ið vóru í uppskoti til heiðurin vóru Havnar Tennisfelag og svimjifelagið, Hellufossur í Kvívík. 

 

 

 

Mynd: Álvur Haraldsen