Ítróttafagnaðurin: Jústines Justinussen fær heiðursskjal Poul E. Petersen

Ársins ítróttafagnaður er í Varpinum í Klaksvík í kvøld

Í kvøld er stóra heiðurstiltakið: Ítróttafagnaðurin í Varpinum í Klaksvík.

 

Heiðursskjal Poul E. Petersen fór til hondbóltslegenduni hjá StíF - bæði sum leikari og venjari - Jústines Justinussen. Jústinus spældi eisini á sinni við Neistanum. Hann vann FM við Neistanum í 1978.

 

Jústines greiðir frá, at hann er nógv í høllini á Skála. Ofta er hann har fleiri ferðir um dagin. Hondbóltsyrkisleiðin hjá honum byrjaði á einum grúsvølli á Glyvrum. Jústinus venur yngri lið hjá StÍF, og hann ætlar at halda fram við tí, so leingi hugurin og heilsan eru. 

 

Jústines er eisini heiðurslimur í StÍF.