Ítróttur knýtir bond og byggir brýr

Ólavsøkan er løtan, har vit í minni mun eru havnarfólk og bygdarfólk, men har vit øll bara eru glaðir føroyingar

Ítrótturin knýtir bond ímillum stættir og hann byggir brýr ímillum lond. Tað var ein boðskapur hjá Halli Holm, tá ið hann setto ólavsøkuna fyri eini løtu síðani frammanfyri eini stórari áhoyrarfjøld, tí Vaglið var alloðið av fólki tá ið ólavsøkan varð sett.

 

Hann vísti eisini til olympisku leikirnar har tveir føroyingar eru við, Jóhan á Plógv, sum spælir við danska landsliðnum í hondbólti, og Sverri Nielsen, sum rør kapp. Teir kappast báðir undir donskum flaggi, men Hallur Holm sigur, at fyri tað standa vit treytaleyst saman um teir og stuðla teimum.

 

##med2##

 

Men hann vildi ynskt, at vit stóðu líka væl saman um onnur, sum eisini fingust við mentan og list, og um tey, sum fáast við gransking her á okkara landi.

 

Hallur Holm staðfestir, at ætlanin við ítróttinum sum eitt savnandi tiltak, hevur eydnast, hóast ítróttur eisini onkuntíð verður brúktur til at spjaða fólk sundur, eitt nú tá ið fólk vanvirða tjóðsangin hjá øðrum – og hann vónar aldrin, at føroyingar fara at søkka so djúpt.

 

##med3##

 

Men hann harmast um, at nú hevur eitt nýtt rák tikið seg upp í føroyskum politikki, nevniliga stríðið ímillum útjaðaran og Høvuðstaðin. Tað harmar at vit ikki draga somu línu.

 

Ólavsøkan er løtan, har vit í minni mun eru havnarfólk og bygdarfólk, men har vit øll bara eru glaðir føroyingar

 

##med4##

 

Hann fekk fólk at klappa, tá ið hann tosaði um farnar ólavsøkur og hvat tær kundu fáa fólk at minnast aftur á:

 

Tað fyrsta prikið ella tað góða spikið.

 

Tann fyrsti mussurin, ella tann sterki sjussurin.

 

Ta vakra steypið ella tað nógva reypið.

 

Tann spennandi dysturin ella tann hjálpsami politisturin.

 

Tann fyrsta kenningin og ólavsøkurenningin.

 

Alt rópið og spenni og eitt burturmist spenni.

 

Skemtið og prátið og aldan frá einum útvarpsbáti.

 

Skrúðgonga og ross, ísur, pylsur og candyfloss.

 

##med5##

 

Ólavsøkan kann vera so øgiliga nógv, men tað, sum eyðkennir hana einamest eru. Tey føroysku klæðini. Fyrr var langt ímillum at síggja fólk í føroyskum klæðum, men soleiðis er ikki longur, tíbetur og tað er ein fragd fyri eygað at síggja øll fólkini í føroyskum klæðum og tað eru nógvir útlendingar, sum øvunda okkum okkara vakra tjóðarbúna.

 

##med6##

 

– Tøkkina eigur føroyska kvinnan, sum hevur vart, og ment, hetta edla handverkið, segði Hallur Holm.

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##