Í dag vandi landsliðið fyri næst seinastu ferð undan landsdystinum móti Grikkalandi leygarkvøldið. Lars Olsen hevur sett meginpartin av liðnum, men ivamálini eru høgri bakk og vinstri bakk. Eitt triðja ivamál er um Hallur Hansson verður klárur. Hann hevur skaða í fótinum.
Les eisini: Lars Olsen: Vit gleða okkum
Tað tykist ongin ivi vera um, at Gunnar Nielsen stendur í mál. Frammanfyri hann verða Atli Gregersen og Sonni Ragnar Nattestad í miðverjuni. Á miðjuni verða Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Brandur H. Olsen. Vinstri vongur verður Christian L. Holst, meðan Sølvi Vatnhamar verður á høgra vongi. Jóan Símun Edmunsson á topp.
Les eisini: Gunnar Nielsen: Vit hava uppiborið hetta
Ivamálini eru á høgra bakki og vinstra bakki. Jónas Tór Næs er framvegis skaddur, meðan Viljormur Davidsen hevur givið avboð somuleiðis vegna skaða.
Les eisini: Fyrsta ábendingin um uppstillingina
Í Rumenia spældi Jóhan Troest Davidsen á høgra bakki, men tá var Bárður J. Hansen ikki við. Á vinstra bakki tykist Gilli Sørensen verða besta boðið, eftir hann at í Suerliguni móti FCK spældi á vinstra bakki.
Venjingin hósdagin gav ábendingar um, at tað verða Bárður J. Hansen og Gilli Sørensen, sum byrja inni. Lars Olsen hevur tó ikki tikið endaligu avgerðina.
- Vit mugu hava javnvág á liðnum og tað spælir eisini inn. Grikkar eru sterkir á teirra høgru síðu. Tí mugu vit finna útav, um vit tetta síðuna ella velja at leypa á júst har, sigur Lars Olsen og leggur afturat;
- Eg helli til, at vit leygarkvøldið skulu tora at skapa fleiri møguleikar og leypa meiri á, sigur landsliðsvenjarin og leggur upp til, at tað møguliga verða Bárður J. Hansen og Gilli Sørensen á bakkunum.
Hin møguleikin er, at Jóhan Troest Davidsen fær afturval á øðrum bakkinum, meðan annar av Bárði og Gilla spæla.
Hallur Hansson ivasamur
Á miðvøllinum er ivamál um Hallur Hansson verður tøkur. Her leggur Lars Olsen upptil, at tað verður antin Róaldur Jakobsen ella Odmar Færø, sum komin í staðin.
- Nú mugu vit so síggja hvussu tað verður við Halli. Um hann ikki spælir, so verður tað nokk annar av teimum, sum byrjaðu inni móti Rumenia, ið koma inn, sigur Lars Olsen og vísir til Róald og Odmar.
Sostatt er liðið ikki endaliga sett til dystin móti Grikkalandi. Landsliðið kemur at líkjast sær sjálvum og uppleggið kemur somuleiðis at minna nógv um tað , ið vit hava sæð seinastu dystirnar. Spurningurin er hvussu framrættaðir bakkarnir skulu verða, og um Hallur Hansson verður klárur.