Ivasamt hvussu koronatilburðurin ávirkar dystin í morgin

– Vit hava álit á, at myndugleikarnir taka røttu avgerðina, og at málið fær eina rættvísa viðgerð, sigur Mikkjal Thomassen

Í áðni gjørdist greitt, at fysioterapeuturin hjá fótbóltsliðnum Slovan Bratislava, sum skal spæla ímóti KÍ í morgin, hevur fingið staðfest koronusmittuna.

Í tíðindunum á FM1 klokkan 17 varð Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, spurdur hvørja ávirkan hetta fer at hava á dystin.

– Tað eru fastar mannagongdir hjá UEFA, og í einum sovorðnum føri verður málið flutt yvir til myndugleikarnar í landinum. Eg vænti, at tað verður viðgjørt í hesi løtu, og so kemur ein niðurstøða frá teium. So nú mugu vit bíða eftir tí, sigur hann í tíðindunum á FM1.

– Tað er eingin ivi um, at tað verður lagt trýst á frá Slovakia, at dysturin skal spælast, sigur venjarin.

– Vit hava álit á, at myndugleikarnir taka røttu avgerðina, og at málið fær eina rættvísa viðgerð.

Mikkjal Thomassen leggur dent á at hava fokus uppá, at dysturin verður spældur í staðin fyri at hugsa um koronu. 

LES EISINI: Slovan Bratislava hevur koronu við til Føroya!

Mikkjal Thomassen fortelur, at Slovan Bratislava er eitt sterkt lið við einari stórari keypikraft og høgum støði. Hann sigur, at tað verður ein stórur dagur, og vónar at fáa tað besta burturúr dystinum.

– Eg kann lova øllum KÍ-viðhaldsfólki, at vit fara at gera alt fyri, at tey skulu vera stolt av avrikinum í morgin, sigur Mikkjal Thomassen.

Hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Mikkjal Thomassen klokkan 17, við at trýsta á pílin undir myndini.