Ivasamt á vinstra bakki

Tríggir møguligir vinstri bakkar sótu yvir í gjár

Føroyska landsliðið hevur nú verið á venjingarvøllinum í Luzern fýra ferðir. Onkrar ábendingar eru um uppstillingina. Serliga á vinstra bakki er Lars Olsen noyddur at halda tunguna mitt í munninum.

 

Til seinnu venjingina í gjár sótu Viljormur Davidsen, Jóhan Troest Davidsen og René S. Joensen uttanfyri við smærri snuddum. Fyrsta val á vinstra bakki er Viljormur Davidsen, men hann hevur pínu í knænum. Hann vónar at blíva klárur til dystin, men ásannar at hann ikki fær vant í løtuni.

 

Ongin annar vinstri bakkur er í hópinum. Tí verður mett, at eitt nú Jóhan Troest Davidsen er eitt gott boð upp á ein avloysara, men eisini hann hevði eitt sindur av pínu í fótinum í gjár. Somuleiðis var við René S. Joensen, sum spældi vinstri á miðvøllinum móti Lettlandi, men eisini hevur eina fortíð sum bakkur.

 

Tveir aðrir møguleikar eru. Ein er at Jónas Tór Næs og Bárður J. Hansen, sum báðir eru høgabeintir høgri bakkar, deilast um bæði bakkplássini.

 

Hini møguleikin er, at Gilli R. Sørensen verður fluttur aftur á bakkin, sum hann millum annað røkti í Aab. Hetta er tó eitt pláss, sum Gilli R. Sørensen ikki hevur áhuga at røkja longur. Tað hevur hann sagt fyrr. Tvøramaðurin sær seg sum ein vong, sum hann eisini spælir fyri Brann Bergen í Norra.

 

Landsliðið hevur í dag sína næst seinastu undan dystinum sunnudagin. Í morgin verður vant á sjálvum leikvøllinum.