Tað tykist vera líka mikið, hvat bretski forsætisráðharrin ger fyri at tekkjast veljarunum, tí bretar hava snøgt sagt ikki álit á honum longur, eru meiningakanningarnar eftirfarandi.
Fyri nøkrum døgum síðani kunngjørdi Blair, at stjórnin fer at nýta nógvar pengar til at nútímansgera heilsuverkið, skúlaverkið og ta almennu samferðsluna, samstundis sum størri dentur skal leggjast á bardagan ímóti tí veksandi kriminalitetinum. Men nú vísir ein kanning, at heili 63 prosent av fólkinum vænta sær ongan bata burtur úr teimum fráboðaðu tiltøkunum.
Tað er ikki bara á tí innanríkispolitiska pallinum, at Blair hevur trupulleikar við undirtøkuni. Bara 22 prosent siga seg hava álit á tí, sum forsætisráðharrin sigur um bretska uttanríkispolitikkin.