Ivast um fosturkanningar

Heilsumálaráharrin ivast í, um tað er rætt, at kvinnur í Føroyum fáa fosturkanningar, meðan tær eru við barn

 

- Eg ivist í, hvussu jaligt tað er fyri kvinnuna at hava hesa vitan. Summi hava víst á, at vitanin kann oyðileggja ta tíðina, sum er eftir at bera barnið, sigur Karsten Hansen.

Í sambandi við altjóða Down Syndrom dagin, hevur Sosialurin viðgjørt evnið fosturkanning. Í Danmark verða fosturkanningar bjóðaðar til allar kvinnur, sum eru við barn, og hetta hevur ført við sær, at munandi færri børn við Down Syndrom verða fødd.

Í Føroyum eru tað bert kvinnur yvir 35 ár, sum fáa bjóðað kanningar, um ikki serligar umstøður gera seg galdandi.

Karsten Hansen, heilsumálaráðharri, hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta verandi skipan í Føroyum, men hann ivast í, um tað yvirhøvur er gott fyri kvinnuna, at hava ta vitanina, sum fosturkanningarnar geva.

Hann heldur, at lógarfesta fosturtøkan í Danmark hevur ført ein serligan hugburð við sær.
- Um umstøðurnar ikki eru til vildar, so velur man barnið frá. Tað er blivið náttúrligt at velja barnið frá, sigur Karsten Hansen.

Hann er persónliga ímóti lógarfestari fosturtøku. Um kvinnurnar endiliga skulu vera yvir 35 ár fyri at fáa fosturkanning, hevur hann ikki tikið støðu til.

- Eg havi ikki sett markið - eg veit ikki, um vit skulu hava nakað mark yvirhøvur, og eg veit ikki um man skal gera kanningarnar yvirhøvur, sigur hann.