Ivast í um kringvarpsgjaldið er ólógligt

Nú skulu tey, sum ikki vilja rinda kringvarpsgjald, prógva, at tey onki tól hava har tað ber til at lurta eftir ella hyggja at Kringvarpinum í. Sostatt er kringvarpsgjaldið nú ein skattur, sum øll verða kravd at gjalda, heldur Sjúrður Skaale, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.

Hann sipar til, at nú á døgum er helst onki húski, sum ikki hevur eitt radiotól ella alnet.

Hann heldur tí, at hetta gjaldið skal kallast ein skattur.

- Alt annað er óreiðiligt, sigur hann.

Tí hevur hann nú reist spurningin um kringvarpsgjaldið í Løgtinginum, har hann hevur spurt Helenu Dam á Neystabø, sum umsitur Kringvarpið, nakrar spurningar.

Hann vil hava at vita um landsstýriskvinnan vil viðurkenna, at kringvarpsgjaldið í roynd og veru er ein skattur sum øll verða kravd at rinda og hann vil eisini hava at vita um hon heldur, at tað sosial rættvíst at krevja gjaldið inn, sum eitt brúkaragjald.

Løgtingsmaðurin vil eisini hava at vita frá Helenu Dam á Neystabø, um hon heldur, at tað er í samsvari við góðan lóggávusið at nøkur rinda fult gjald, samstundis sum onnur bara rinda ein brotpart.

Landsstýriskvinnan skal eisini svara, um hon sær nakran trupulleika í, at løgfrøðiliga eindin, sum skal rinda kringvarpsgjald, er húski og at tað sostatt í summum førum er eitt fólk einsamalt, sum skal bera alt gjaldið, men at tað í øðrum húskjum eru fleiri um at býta gjaldið sínamillum.