J'aime les îles Féroé

- Eg havi ferðast nógv, men best dámar mær londini her norðuri, tí her er veðurlagið so hóskiligt fyri eina kvinnu sum meg. Ja, Føroyar standa hjarta mínum sera nær, sigur Suzanne Daillie úr franska býnum Lyon

- Tað var mestsum av óvart, at eg kom til Føroyar á fyrsta sinni, greiðir hon frá – fyrst á enskum, síðani á fronskum máli.

Fyri nøkrum árum síðani var hon í summarfrí í Hetlandi, og stakk tá inn á gólvið á ferðavinnuskrivstovuni í Lerwick. Har fekk hon eyga á ein faldara um oyggjalandið fyri norðan. Hetta vakti beinanvegin hennara áhuga, og gjørdi sítt til, at hon bara ynskti at koma higar.

- Eg keypti mær ein ferðaseðil við Norrönu til Føroyar – altso gomlu Norrönu. Og her hevði eg seks góðar dagar, áðrenn eg mátti fara heimaftur, greiðir  frá.

Hon var heppin. Fekk sær ból og býli hjá Liljan Thomsen í Havn, og hava tær havt samband hvør við aðra allar tær níggju ferðirnar, ið Suzanne hevur vitjað her síðani.

Hóast hon hevur verið her so ofta, er tað kortini eitt ið hon enn kann iðra seg eitt sindur um: At hon ikki gjørdi sær tann ómak at læra seg føroyska málið!

- Men hinvegin, eg ætlaði jú bert at koma higar ta einu ferðina. Hevði eg vitað, at eg skuldi koma so ofta hendavegin, hevði eg kanska lagt meg eitt sindur meiri eftir málinum.

- Ah bon, - eg havi lært meg onkur orð – ja og nei. Men tað hevði verið stuttligt at kunnað tosað eitt meiri føroyskt enn bara tað, sigur hon við einum stórum brosi.

Og fyri at runda kærleiksorð hennara til Føroyar av, sigur hon á góðum fronskum »J'aime les îles Féroé« - eg elski Føroyar!



Ikki njósnari

80 ára gamla franska kvinnan hevur verið í Føroyum 10 ferðir. At hon soleiðis er komin aftur og aftur higar, hevur nógvar orsøkir.

Ein av týðandi orsøkunum til hetta er í øllum førum stóri áhugi hennara fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum – og nøkrum so sjáldsomum sum føroyskari fiskivinnu!

Við sær í summar hevði hon ein bókling við ymiskum hagtølum um Føroyar. Nógvir spurningar hennara snúðu seg um, hvørji fiskasløg føroyingar fiskaðu, um kvota var á teimum øllum og um vit fingu nóg mikið fyri fiskin, sum varð seldur av landinum.

Ein annar spurningur var, um vit høvdu nakað stríð við at halda útlendsk fiskifør uttanfyri 200 fjórðinga sjómarkið og bert lótu tey fiska á loyvdum leiðum!

Á vitjanini í august mánaði eydnaðist tað henni at taka eitt týðandi stig við áhuga hennara fyri fiskivinnu: Hon slapp í fyrstu syftu umborð á trolaran Brestir, og mín sann um tað ikki eisini eydnaðist henni at sleppa umborð á verjuskipið Brimil, ið lá við bryggju í Havn.

- Onkur av manningini helt skemtandi fyri, at eingin fremmandur – og serliga ikki ein kvinna – átti at sleppa umborð á eitt slíkt skip. »Kanska var hon ein franskur njósnari«, segði viðkomandi.

- Men eg, nei eg eri eingin njósnari. Eg eri bara ein frísk, forvitin og 80 ára gomul fronsk femme (kvinna á fronskum, blaðm.), sigur Suzanne Daillie við einum brosi.