Føroyski Jóan Petur á Stongunum er nú finalistur í eini altjóða kapping fyri sangskrivarar. Kappingin verður mett at verða tann størsta av sínum slag, og dómarapanelið telur Robbie Williams, Rihanna og Kings of Leon. -Eg fekk ein teldupost, har eg varð spurdur um at senda eitt lag við til kappingina. Eg hevði júst lagt seinastu hond á ?In a year?, og gjørdi av at senda lagið avstað. Eg hevði gloymt alt um tað tá eg hósdagin varð uppringdur, og fekk at vita, at lagið var komið í finaluna, greiður Jóan Petur frá.
In a year
Tað er í kategoriini Music Video, at Jóan Petur á Stongunum er finalistur.
-Videolagið er gjørt av mær sjálvum og Eiriki Meitilberg. Vit tóku tað
upp her í Føroyum í august 2010. Videolagið er rættiliga einkult og er tikið upp við bert einum upptøkutóli. Hetta er ein 100% føroysk framleiðsla, sigur Jóan Petur á Stongunum.
Víðari sigur hann.
-Sjálv videoin lýsir sangin, sum snýr seg um eina unga gentu, sum býr í einum lítlum býi og leingist eftir at flyta burtur og inn til stórbýin, greiður Jóan Petur frá.
Sangurin er skrivaður út frá eini veruligari gentu í California, sum Jóan Petur hitti, tá hann var á vitjan har.
-Sangurin er skrivaður yviri í California í fjør saman við einari sum eitur Marissa DiBlasio. Sangurin snýr seg um eina gentu, sum vit prátaðu við á einari lítlari café í einum heilt lítlum býi í norður California, greiður Jóan Petur frá.
Lagið er produserað av Bárður Háberg
Vælnøgdur við finaluplássið
Hóast tað hevði verið ein stóra æra at vinna hesa kappingina, so er Jóan Petur eisini væl nøgdur við finaluplássið.
- Eg haldi, at tað er feitt at vera tilnevndur - eg hevði ikki væntað tað. Tað hevur stóran týdning, at tað verður sett fokus á ein, tí tað eru sera nógvir sangskrivarir um boðið, sigur Jóan Petur, sum eisini vísir á, at í dómarapanelinum eru eisini umboð fyri fleiri av størstu plátufeløgunum í heiminum, so møguleikarnir eftir hesa kappingina eru avgjørt stórir.