Fyri fyrstu ferð síðani 18. mars, hevur Jóan Símun Edmundsson verið í OB-troyggjuni. Tað hendi í dag, tá OB tapti 3-2 fyri AGF í stríðnum um at røkka einum Europa League plássi. Hann hevur annars verið útihýstur frá besta liðnum, síðani hann boðaði frá, at sáttmálin ikki bleiv longdur.
Landsliðsframherjin kom á vøllin seinasta korterið, eftir at AGF hevði lagt seg á odda 3-2. Toftamaðurin kláraði tó ikki einsamallur at venda dystinum. Hetta ein play-off dystur og liðini møtast aftur 13. mai.
Vinnari av hesi uppgerðini skal spæla móti vinnaranum av Hobro og Sønderjyske, og síðani spæla móti FC Nordsjælland ella FCK. So talan er um ein langan og smalan veg til Evropa.
Jóan Símun Edmundsson skiftir 1. juli til Arminia Bielefeld, sum spælir í 2. Bundesliguni í Týsklandi.