Jóan Símun skoraði og spældi væl

Tað gekk væl persónliga hjá Jóan Símuni Edmundssyni, men tað rakk heldur ikki hjá OB í dag

Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin, tá OB á heimavølli í dysti í donsku superliguni tók ímóti Lyngby.

Tíverri fyri heimaliðið, OB gjørdist talan um enn ein ósigur, men Jóan Símun Edmundsson nýtist ikki at skammast um sítt avrik. Føroyski landsliðsleikarin skoraði einasta málið hjá OB í 1-2 tapinum ímóti Lyngby, og sambært sporten.dk spældi Jóan Símun ein góðan dyst.

Í 63. minutti var Jóan Símun Edmundsson hægstur í brotsteiginum hjá Lyngby, tá eitt hornaspark kom væl innfyri, og føroyingurin stútaði bóltin hegnisliga í netið til 1-1. Men Jeppe Kjær hjá Lyngby var munurin millum liðini. Við tveimum málum syrgdi hann fyri, at Lyngby slapp aftur til Sælands við øllum trimum stigunum. OB hevði málmøguleikarnar til at javna, men heimaliðið hevði ikki hepnið við sær.

Tað sær ikki serliga gott út hjá OB á stigatalvuni. Saman við Esbjerg liggja teir aftast við 11 stigum. Um 14 dagar hevur OB ein torføran heimadyst ímóti Brøndby.


Støðan í donsku superliguni : 

1FCK15    1050    33:735
2Brøndby1585234:1229
3Midtjylland1685333:1929
4Randers FC1685322:1629
5Lyngby1683518:1527
6SønderjyskE1565420:1823
7AC Horsens1656520:2321
8AaB1654716:2319
9Nordsjælland1645723:2917
10AGF1645720:2617
11Silkeborg1637618:2916
12Viborg1533916:2412
13OB1625913:2611
14Esbjerg1625917:3611