Chris Hughton er ikki longur venjari hjá Newcastle United Football Club. Tá Chris Hughton í fjør tók yvir í Newcastle vóru teir júst fluttir niður úr Premier League. Uttan nakað serligt av tilgongd, hevur hann vent skútuni og viðhaldsfólkini hava eisini sungið hansara navn kring leikvøllin seinastu tíðina. Liðið liggur á einum 11. plássi í Premier League og hevur í ár vunnið á eitt nú Arsenal á útivølli, bankaðu grannarnar úr Sunderland 5-1 og fyri viku síðan fingu teir stig móti Chelsea.
Chris Hughton hevði sáttmála við Newcastle hetta kappingarárið út, men nú hevur umstríddi eigarin av Newcastle, Mike Ashley, tikið illa dámdu avgerðina. Fótbóltsviðmerkjarar hjá eitt nú BBC og SkySports hava fleiri ferðir í ár róst Chris Hughton fyri hansara arbeiði í Newcastle og meta at hann skuldi fingið ein nýggjan sáttmála.
Leiðslan í Newcastle sigur seg vilja hava ein meiri royndan venjara. Nøvn sum Martin O?Neill, Gianfranco Zola, Alan Curbishley, Rafael Benitez og Steve McClaren eru nevndir sum møguligir avloysarar.
Í grein hjá Dailymail stendur, at Chris Hughton vildi hava føroyska landsliðsvenjaran, Brian Kerr, sum hjálparavenjara, tá Colin Calderwood fór úr starvinum.