Tað verður eftir øllum at døma byggifyritøkan J & K Petersen sum skal standa fyri arbeiðinum at leingja flogvøllin Tilboðini vórðu latin upp fyri løtu síðani, og komu tilboð frá fýra fyritøkum -
Íslendskir aðalverktakarar hf (IAV), E. Pihl & Søn Føroyar, MT Højgaard Føroyar p/f / P/F ArtiCon Joint Venture og J & K Petersen.
Av hesum bjóðar J & K Petersen sær at gera ein 1700 metrar langan flogvøll fyri 131,7 mió ella ein 1600 metrar flogvøll fyri 117,3 mió krónur.
Vága Floghavn fer komandi tíðina saman við ráðgevunum at gjøgnumganga og eftirkanna tilboðini, so farast kann undir samráðingar um arbeiðstøkusáttmála.
- Eftir ætlan skal arbeiðið byrja, so skjótt sáttmálin er komin uppá pláss, slær stjórin í Vága floghavn, Dávur Reinert Hansen fast.
Tilboðini geva grundarlag fyri at endurskoða samlaðu kostnaðarmetingina fyri leinging av vøllinum, sum í oktober 2009 var 286 mió kr. fyri 1799 m vøllin og 223 mió kr. fyri 1600 m vøllin.