Jóanes Norðberg 50 ár

Sunnudagin 8. oktober, verður Jóanes Norðberg í Vági 50 ár. Jóanes er sonur Ásu og Róald Norðberg í Vági. Hann er giftur við Gunnleyg, ið er dóttir Áslu og Hannis Dam í Havn. Jóanes og Gunnleyg eiga trý børn, Anniku, Eirik og Bárð.

Eftir lokna skúlagongd í Vági í 1974, fór Jóanes í læru hjá Sjúrði Strøm, og stóð hann sveinaroyndina sum maskinsmiður í 1978. Síðan fór hann á maskinskúla í Havnini og var liðugur har í 1980. Í 1981 fór hann til Danmarkar á skúla, og tók hann har víðkaða maskinmeistaraútbúgving.

Í hesum tíðarbilinum var Jóanes eisini nakrar túrar til skips við m.ø. Polarborgunum og Svalbard. Í juni í 1982 fekk hann starv hjá SEV, og hevur hann starvast har síðan tá.

Jóanes er sera dugnaligur og fittur í hondunum, og sæst hetta eisini aftur í og uttan um hús teirra og í neysti og báti. Eisini í samkomuhúsinum Bethel í Vági liggur eitt stórt og væl úr hondum greitt arbeiði eftir hann bæði innan og uttandura.

Í frítíðini er Jóanes ofta á floti í sera snøgga báti sínum.

Føðingardagurin verður hildin leygardagin hin 7. oktober, frá kl. 19.