Jóanes setur lívið uppá spæl

Tað besta við at skriva sjónleik er, at tað er loyvt at brúka narkotika, sigur skaldið Jóanes Nielsen, sum spælir við lívið í nýggja leikinum »Aftan á undrið«

<InvalidTag content="" name="Titel" />

<InvalidTag content="" name="Nøgleord" />

<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />

<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />

<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />

<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Originator" />

 

<!--[if gte mso 9]><xml> <o:OfficeDocumentSettings> <o:AllowPNG /> </o:OfficeDocumentSettings> </xml><![endif]--><!--[if gte mso 9]><xml> <w:WordDocument> <w:Zoom>0</w:Zoom> <w:TrackMoves>false</w:TrackMoves> <w:TrackFormatting /> <w:HyphenationZone>21</w:HyphenationZone> <w:PunctuationKerning /> <w:DrawingGridHorizontalSpacing>18 pkt</w:DrawingGridHorizontalSpacing> <w:DrawingGridVerticalSpacing>18 pkt</w:DrawingGridVerticalSpacing> <w:DisplayHorizontalDrawingGridEvery>0</w:DisplayHorizontalDrawingGridEvery> <w:DisplayVerticalDrawingGridEvery>0</w:DisplayVerticalDrawingGridEvery> <w:ValidateAgainstSchemas /> <w:SaveIfXMLInvalid>false</w:SaveIfXMLInvalid> <w:IgnoreMixedContent>false</w:IgnoreMixedContent> <w:AlwaysShowPlaceholderText>false</w:AlwaysShowPlaceholderText> <w:Compatibility> <w:BreakWrappedTables /> <w:DontGrowAutofit /> <w:DontAutofitConstrainedTables /> <w:DontVertAlignInTxbx /> </w:Compatibility> </w:WordDocument> </xml><![endif]--><!--[if gte mso 9]><xml> <w:LatentStyles DefLockedState="false" LatentStyleCount="276"> </w:LatentStyles> </xml><![endif]--> <style type="text/css"> <!-- /* Font Definitions */ @font-face {font-family:Cambria; panose-1:2 4 5 3 5 4 6 3 2 4; mso-font-charset:0; mso-generic-font-family:auto; mso-font-pitch:variable; mso-font-signature:3 0 0 0 1 0;} /* Style Definitions */ p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal {mso-style-parent:""; margin-top:0cm; margin-right:0cm; margin-bottom:10.0pt; margin-left:0cm; mso-pagination:widow-orphan; font-size:12.0pt; font-family:"Times New Roman"; mso-ascii-font-family:Cambria; mso-fareast-font-family:Cambria; mso-hansi-font-family:Cambria; mso-bidi-font-family:"Times New Roman"; mso-fareast-language:EN-US;} @page Section1 {size:595.0pt 842.0pt; margin:3.0cm 2.0cm 3.0cm 2.0cm; mso-header-margin:35.4pt; mso-footer-margin:35.4pt; mso-paper-source:0;} div.Section1 {page:Section1;} --> </style> <!--[if gte mso 10]> <style> /* Style Definitions */ table.MsoNormalTable {mso-style-name:"Tabel - Normal"; mso-tstyle-rowband-size:0; mso-tstyle-colband-size:0; mso-style-noshow:yes; mso-style-parent:""; mso-padding-alt:0cm 5.4pt 0cm 5.4pt; mso-para-margin:0cm; mso-para-margin-bottom:.0001pt; mso-pagination:widow-orphan; font-size:12.0pt; font-family:"Times New Roman"; mso-ascii-font-family:Cambria; mso-ascii-theme-font:minor-latin; mso-fareast-font-family:"Times New Roman"; mso-fareast-theme-font:minor-fareast; mso-hansi-font-family:Cambria; mso-hansi-theme-font:minor-latin; mso-bidi-font-family:"Times New Roman"; mso-bidi-theme-font:minor-bidi;} </style> <![endif]--> <!--StartFragment--> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpFirst"><o:p></o:p> <span lang="EN-US" style="">Onki minni enn lívið verður sett uppá spæl, nú Tjóðpallurin setur øll segl til í uppsetingini av nýskrivaða leikinum hjá Jóanesi Nielsen &raquo;Aftan á undrið&laquo;<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">- Eg rokni við, at fólk fara at hugsa eitt sindur øðrvísi um, hvat tað vil siga at vera menniskja, aftan á &raquo;Aftan á Undrið&laquo;, sigur Jóanes Nielsen.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">Á markinum til lívið<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">Hugskotið til leikin fekk Jóanes Nielsen, einaferð hann fór at hugsa um, hvat mundi henda við trædronginum Pinocchio, eftir at hann var blivin menniskja.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">- Tað fekk meg so aftur at gruna yvir, hvør definitiónin uppá eitt menniskja í grundini er. Eg meini, um man sum Pinocchio ikki er gjørdur av eini mammu og einum pápa, hvat slag av menniskja er man so?, spyr Jóanes Nielsen.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">Er tað, at Pinocchio bleiv til menniskja, so &quot;undrið&quot; sum sipað verður til í heitinum &raquo;Aftan á undrið&raquo;?<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">- Ja, eitt av teimum. Men tað er eisini eitt undur, tá drongurin David leikinum kemur í puberten, har allar kenslur leika so hart á. Hartil hendir alt hetta, beint sum lívið kanska gleppur Davidi av hondum, sigur leikhøvundurin og sipar til, at ungi drongurin líðir av eini álvarsligari sjúku.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">- Lívið blívir so innarligt og máttmikið, tá vit standa á markinum til endan av tí. Tá blívur sjálvt lívið eisini eitt enn størri undur, sigur Jóanes Nielsen<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">Rúsur og skræpa<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">Í leikinum droymir ungi David, at hann blívir ein vanligur, frískur drongur, líka sum Pinocchio bleiv tað, meðan Pinocchio hevur sítt stríð av at vera blivin ein vanligur drongur. Og soleiðis ferðast leikurin aftur og fram millum dreym og veruleika, har fólk, sum David hevur kent og elskað ella ikki orkað fyri, fáa eginleikar frá verum úr søguni um Pinocchio.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">- Í dreymunum hjá Davidi ber alt til. Í grundini er hann eitt lítið skald, og tí sleppi eg sum høvundur eisini at stjala við hond og fót frá øllum møguligum øðrum søgum, sigur Jóanes, sum altíð hevur verið sera bergtikin av sjónleiki sum listagrein.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">Tí skuldu øll segl eisini setast til hesuferð í eini eksplosión av leikarum, tónleiki, sangi, ljósi og dreymakendum pallmyndum í eini tí størstu uppsetingini hjá Tjóðpallinum nakrantíð.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">- Tað besta við at skriva sjónleik er, at tað er loyvt at brúka narkotika. Tá ein sjónleikur veruliga logar er tað reint narkotika, ein fantastiskur rúsur, sigur ein spentur Jóanes Nielsen, sum ikki rættiliga tímir at hugsa um timburmenninar beint nú.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">Men kenna vit høvundan rætt, fara vit at føla onkran stingin, tá rúsurin er hæsaður av. Kanska ikki so ógvusliga, men jú - onkursvegna er leikurin eisini ein viðmerking til ávís rák í okkara tíð, viðgongur høvundurin.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">- Sjónleikur er jú eisini ein fantastiskur ein møguleiki at mála brot av okkara siðmenning - ella mangul uppá siðmenning - í sterkastu litum. Og onkuntíð má man niður at róta í skræpuni, sum siðmenningin er sprottin úr, hugleiðir Jóanes Nielsen. <o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">Undrið í India<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">Tað eru nøkur ár síðani eftirhondini, at Jóanes Nielsen byrjaði at skriva leikin. Av ymsum orsøkum er støðgur komin í, antin tí onnur skriving trokaði seg á, ella tí íblásturin ikki heilt var, sum høvundurin ynskti. <o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">Men so fyri eini tveimum áum síðani kom verulig ferð á, tá kona hansara bað hann koma ein túr við til India, har hon skuldi mála. Við sær hevði Jóanes Nielsen nøkur leys ørk og hálvliðug brot av leikinum.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">- Eg veit ikki, hvat hendi, men knappliga fekk eg eitt veldugt anfall av íblástri. Tað er sovorðið, man sum listafólk næstan ikki torir at droyma um - eitt undur, sum gjørdi, at eg skrivaði leikin lidnan út í eitt eftir trimum vikum á eini aldu av íblástri og skrivigleði, sigur Jóanes Nielsen, sum eisini er sera takksamur fyri seinni at hava fingið møguleika at brýna handritið saman við roynda teaturmanninum Eyðuni Jóhannesen.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">Eisini hevur høvundurin havt stóra gleði av at hava sæð eina H.C. Andersen uppseting á Odin teatrinum í Holsterbro, sum gav honum virðismiklan íblástur til, hvussu man kann bróta kronologiina í einum leiki og petta brotini saman av nýggjum á ein meiningsfullan hátt. <o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">- Tann partin havi eg brúkt rættiliga nógva orku og tíð uppá. Bæði tí leikurin skapar sítt egna tíðarunivers, og tí søgan flýgur frá tí heilt konkreta og inn í ein myologiskan heim, sigur Jóanes Nielsen.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">Spurdur, hvussu tað kennist, at síggja onnur leggja kropp og rødd til hansara orð, sigur høvundurin, at slíkt altíð snýr seg um álit.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">- Sjónleikur er altíð eitt samstarv, og tú er noyddur at líta á tey fólkini, tú arbeiðir saman við. Tá tað eydnast er tað fantastiskt, og beint nú sær hetta abslolutt út til at rigga, sigur Jóanes Nielsen, sum enn ikki hevur sæð leikin í síni lidnu heild.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">- Tað er við vilja. Eg havi siti einsamallur við hesum leikinum so leingi, at nú vil eg sleppa at vera áskoðari til frumframførsluna og lata meg yvirraskað og undirhalda, sum øll hini í salinum, sigur leikhøvundurin, Jóanes Nielsen.<o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle"><o:p>&nbsp;</o:p> <br /> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle">&nbsp;</span><o:p></o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle"><o:p>&nbsp;</o:p> <p style="margin-bottom: 0.0001pt;" class="MsoNormalCxSpMiddle"><o:p>&nbsp;</o:p> <!--EndFragment-->