Jóannes Dalsgarð er argjamaður, men vaks fyri tað nógva upp í Sandavági,
hiðani mamman er ættað.
Komin aftur til Argjar eftir lokna skúlagongd lærdi hann í handlinum hjá
Valdemar Lútzen í Vágsbotni. Seinri fór hann at starvast hjá verfaðirinum,
Hanusi við Høgadalsá, sum var reiðari og eisini umsat tann tá nýstovnaða
Húsalánsgrunninum miðskeiðis í sekstiárunum.
Eftir at Húsalánsgrunnurin varð umskipaður og Hanus við Høgadalsá legði frá sær sum stjóri, setti landsstýrið Jóannes sum stjóra í grunninum, sum fekk stóran og týðandi lut í sethúsafíggindini sum fráleið. Í eina fjórðingsøld
hevur Jóannes stjórnað Húsalánsgrunninum fyrimyndarliga saman við góðum starvsfólkum.
Bæði í arbeiði, í ítrivi og í øðrum høpi er Jóannes røkin, vælmeintur og
hjálpsamur.
Føðingardagsbarnið hevur altíð verið virkið. Í mong ár spældi hann við 1. og
2. mansliðið hjá Kyndli, eins og hann verið nevndarlimur og formaður hjá
teimum grønu.
Hondbolturin er lagdur, men nú sæst hesin spelkni unglingin sláa golfboltar
uppi á bønum á Hoyvíksgarði leygar- og sunnudagar í vetrarhálvuni, eins og
leiðin stundum gongur til grønu fløturnar í Hetlandi.
Sum hugsjónarmaður og formaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag átti
Jóannes sín stóra leiklut í at gera Tjóðveldisflokkin til størsta flokk við
valið í 1998. Seinastu tíðina hevur hann verið formaður í aðalstjórn
floksins.
Jóannes er giftur við Guðrun og tey eiga børnini Óluvu, Brand og Rúnu. Uppi á Berjabrekku búsettust tey fyri nøkrum árum síðani og eisini har sprettur og grør rundan um tey.