Jóannes fer ongan veg

So er tað greitt, at landsliðsspælarin á vongverjanum eisini í 2021 fer at spæla við KÍ

Tað ljóðaði longu undan leikloki síðsta heyst, at Jóannes K. Danielsen var á veg av landinum í útbúgvingarørindum, og at hann tískil ikki fór at halda fram at spæla fótbólt í Klaksvík.

Í dag boðar KÍ frá, at Jóannes Kalsø Danielsen eisini í 2021 fer at umboða barndómsfelagið.

23 ára gamli Jóannes K. Danielsen spældi við í øllum dystunum hjá KÍ í fjør, tá ið hann eisini spældi seks av teimum sjey ferðunum, sum hann higartil hevur verið á landsliðnum.

Í fjør var Jóannes, sum er fyrrverandi álopsspælari, fyri tað mesta á vongverjanum í høgru, men onkra ferðina var hann vongverji í vinstru.

Tá ið KÍ í dag vann venjingardyst á Svangaskarði ímóti B68 3-0, var Jóannes vongverji í høgru í fyrra hálvleiki og vongverji í vinstru í seinna hálvleiki.

 

KÍ skrivar soleiðis ídag:

Tað lá í kortinum at Jóannes skuldi niður til Danmarkar í lestrarørindum eftir seinasta kappingarár og vit tískil skuldu siga farvæl við hendan fantastiska leikara.

Jóannes hevur nú tikið avgerð um at bíða við at fara niður at lesa tí tað enn er stór óvissa við Covid19 farsóttini.

Vit í KÍ eru sjálvsagt sera fegin um hesa avgerð og gleðast um at hava Jóannes í hópinum í eina tíð aftrat.

KÍ og Jóannes K. Danielsen hava skrivað ein eitt ára sáttmála.