Í seinastuni hevur spurningurin ofta verið reistur, hví nýggi føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, enn ikki hevur verið at sæð í Føroyum. Hann varð settur sum landsliðsvenjari hálvan apríl, og nú næstan tríggjar mánaðar seinni, hevur ongin sæð í halaferðina av honum. Landsliðsvenjarin hevur ongan dyst sæð í fyrstu deildar fótbólti, og tað fer hann helst heldur ikki fyrr enn seinast í hesum mánaðanum.
Men hvat siga fótbóltskønir føroyingar til, at venjarin enn ikki hevur kannað sær spælarar, nú bert knappir tveir mánaðar er til fyrsta veruliga HM-undandystin?
? Hetta er ein háðan yvirfyri føroyskum fótbólti, sigur Jóannes Jakobsen, sum er fyrrverandi landsliðsspælari og fyrrverandi venjari í føroyskum fótbólti.
? Men tað er ikki Henrik Larsen, sum hevur skyldina í tí. Tað er Fóbóltssambandið, sum hevur klokkað so regulert í tí.
Jóannes sigur millum annað, at FSF vildi hava ein venjara, sum kundi verða meira tøkur.
? Tá teir so seta ein høvuðsvenjara, sum ikki er her javnan, og ein hjálparvenjara, sum longu er venjari hjá einum fyrstu deildar liðið er ongin møguleiki fyri, at uppgávan kann verða fullførd.
Enten eller
Jógvan Martin Olsen, sum er hjálparvenjari hjá landsliðnum, er eisini venjari hjá NSÍ.
? Um hjálparvenjarin ikki kann fara út og hyggja eftir spælarunum er ongin, sum kann taka hesa uppgávuna á seg. Jógvan Martin megnar ikki at taka sær av bæði landsliðnum og NSÍ. Antin svíkur hann landsliðið ella svíkur hann NSÍ, sigur Jóannes Jakobsen.
Fyrrverandi liðskiparin heldur eisini, at ein kundi ynskt, at Henrik Larsen kanska hevði hjartað meira við í tí, sum hann ger.
Úttalilsini higartil hjá Henrik Larsen hava verið greið. Hann ætlar sær at læra føroyingar at spæla fótbólt, stigini skulu fáast heim og Todi skal aftur á liðið. Eisini ætlar hann at gera broytingar á liðnum uttan at yvirhøvur hava sæð nakran dyst, men bert ein navnalista.
? At landsliðsvenjarin sigur, at hann ætlar at gera broytingar, bert við at hava sæð ein navnalista, tykist eitt sindur lunkað. Harafturat, so duga føroyingar at spæla fótbólt. Kanska ikki eins væl og tey stóru londini, men hatta hevur so aftur nakað við stílin hjá teimum ymsu persónunum at gera. Hatta kann eisini raka hann aftur seinni, metir Jóannes.
? Fótbóltsambandið hevur arbeitt vánaligt. Høvuðsvenjarin er ikki nóg tøkur, og hjálparvenjarin kann ikki tæna bæði landsliðnum og sínum egna liði. Hetta er ein mannminking mótvegis føroyskum fótbólti.
Roynt hevur verið at fingið eina viðmerking frá formanninum í Fóbóltsambandinum, Dánjal Andreasen, men hann hevur ikki verið til at fáa fatur á áðrenn blaðið fór til prentingar.