Jóannes á odda fyri Vága kommunu

Vága kommuna hevur sett nýggjan kommunustjóra

Stjórnmálafrøðingurin Jóannes N. Dalsgaard er settur í starv sum nýggjur kommunustjóri í Vága kommunu. Tað upplýsir kommunan á heimasíðu síni.


Upplýst verður ikki hvussu nógvir umsøkjarar vóru til starvið, men at umsøkjararnir hava verið gjøgnum eina tilgongd við samrøðum, áðrenn ein setanarnevnd mælti til, at Jóannes N. Dalsgaard fekk starvið.


- Ein setanarnevnd hevur viðgjørt umsóknirnar, havt samrøður við umsøkjarar og gjørt býráðnum tilmæli um setan. Samanumtikið metti setanarnevndin, at Jóannes N. Dalsgaard samanlagt hevur bestu  fakligu og persónligu førleikarnar og leiðsluevnini, ið skulu til at røkja starvið sum kommunustjóri Vága kommunu. Býráðið samtykti einmælt at taka undir við tilmælinum, skrivar Vága kommuna.


Jóannes N. Dalsgaard er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur seinastu árini starvast sum fulltrúi í Heilsumálaráðnum.