Jóannes verður venjari í Sundalagnum

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við Jóannes Jakobsen, um at vera høvuðsungdómsvenjari felagsins.

Jóannes Jakobsen, sum inntil síðsta heyst var hjálparvenjari á landsliðnum, verður nú høvuðsungdómsvenjari hjá EB/Streymi.

Felagið skrivar soleiðis á heimasíðuni:

Higartil hevur starvið sum ungdómsvenjari verið røkt av einum toymi av yngri og eldri venjarum, men felagið hevur mett, at neyðugt er at seta ein venjara burturav, at vera “venjari hjá venjarunum”. Tað fáa vit so nú.

Fyri flestu fótbóltsáhugaðar føroyingar krevur Jóannes Jakobsen neyvan stórvegis presentatión. Tað fær hann so her alíkavæl.

Jóannes er 58 ára gamal og hevur verið partur av føroyskum fótbólti í yvir 40 ár. Í nógv ár var hann álitið í verjuni hjá HB og á føroyska landsliðnum. Hann var liðskipari á liðnum sum vann minniliga dystin móti Eysturríki í Landskrona, og spældi tilsamans 33 A-landsdystir. Hetta ljóðar ikki av so nógvum, men havast skal í huga, at í 80’unum spældu Føroyar munandi færri landsdystir enn nú. Okkurt ár var eingin dystur.

Jóannes hevur eisini roynt seg sum leikara í øðrum feløgum, og var millum annað eitt stutt legg í Noregi. Hann hevur verið høvuðsvenjari hjá fleiri liðum í bestu deildini hjá bæði monnum og kvinnum, og var í átta ár hjálparvenjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum, tá Lars Olsen var venjari.

http://ebstreymur.fo/news/452/ebstreymur-sett-nyggjan-hovudsungdomsvenjara?fbclid=IwAR2zfWrs5KnEn0F1eSge2oCHK90QdAao8WEJgFP87cauKZiLudPCjufoJ5Q