Jóansøkufestivalurin

í blaðnum í dag er innlegg í Sosialinum um Jóansøkufestivalin

Andrew Strong og Mustang Sally tóku heimin á bóli

Tá Filurin um The Commitments kom í 1990, var tað ein einans 17 ára gamal Andrew Strong, ið við síni hásu og sterku sødd sang Mustang Sally og onnu løg, ið tók allan heimin á bóli. Nú sleppur hann at royna seg á føroyskum palli á Jóansøkufestivalinum og tað verður við øllum, ið hoyrir til, so sum blásarum og kórsangarum

Jóansøkufestivalur

Í 1990 trein ein ungur maður á heimspallin. Við filminum um royndirnar hjá nøkrum ungum írum at stápla ein bólk á beinini, The Commitments, gjørdist Andrew Strong stjørna.
Flest øll kenna filmin, eins og flest øll kenna Andrew Strong og hansara útgávu av Mustang Sally. Síðani hevur Andrew Strong havt eina gylta yrkisleið sum tónleikari og fleiri hitt hava verið at hoyra við honum. Fyri stuttum gav hann út fløgu við størstu hittunum og har kunnu nevnast t.d. Aint No Mountain High Enough og so sjálvandi Mustang Sally. Hann hevur ferðast heimin runt og er fyri stuttum komin aftur av ferð í Avstralia.
The Commitments var sum so bert heitið á bólkinum í filminum við sama navnið. Tó hendi tað, at fleiri vildu hava Andrew Strong og The Commitments at spæla. Hetta var sum so ongantíð ætlanin og er tí veruleikafjart. Tó hevur ein bólkur ferðast undir navninum The Commitments og vitjaði hesin eisini í Føroyum og hevði eina væl swingandi konsert í Norðurlandahúsinum fyri fáum árum síðani.
Tá var Andrew Strong ikki við, men hann hevur sama stíl, sín stíl, og tey, ið kenna tónleikin vita, at hetta er tónleikur, ið er sum gjørdur at spæla á palli. Hetta er blues og rockur við sál, og slíkur tónlekur er bestur live, tá bæði sangarar, blásarar og aðrir tónleikarar geva alt teir eiga og njóta hvørja løtu.
Síðani gjøgnumbrotið við filminum hevur Andrew Strong, ið er føddur í 1974, havt gylta yrkisleið. Í 1991 verður hann innstillaður til bæði BAFTA Award og Grammy Award. Sama ár verður The Commitments útgávan seld í 15 milliónum eintøkum um allan heim.
Í 1992 er Andrew Strong á heimsferð við The Stones, Elton John, Prince, Brian Adams, Lenny Kravitz og Ray Charles.
Í 1993 letur hann fyrstu solofløguna úr hondum og hon fær platín. Hann fær sær egin upptøkuhøli í 1995 og í 2000 skrivar hann undir útgávusáttmála við EMI. Í 2001 kemur kemur fløgan Out of Time, ið fær platín, og í 2002 kemur fløgan Gipsys Kiss, ið somuleiðis fær platín. Í 2003 skrivar hann nýggj løg og í 2005 kemur Greatest Hits fløgan.
Líka til hálvan juni, ella har á leið, hevur Andrew Strong verið á ferð í Avstralia, men á jóansøku er tað vakra umhvørvið vesturi á Eiðinum í Vági, sum er karmur um frálíku tulkingina av Mustang Sally og øðrum blues-rock løgum. Og meðan Eiðið og umhvørvið har á leiðini stolt, høgt og steyrrætt randar Jóansøkufestivalin, kann Andrew Strong hóskandi syngja Aint No Mountain High Enough.




Festivalur við stuttari søgu og góðari skrá

Jóansøkufestivalurin hevur ikki mong ár á baki, men hóast hetta, so er í ár eydnast at seta saman eina tónleika skrá, ið tykist erta forvitnið hjá tónleikaáhugaðum

Jóansøkufestivalurin

Tað var í fjør, í 2005, at Jóansøkufestivalurin fyrstuferð sá dagsins ljós í tí skapi, hann nú hevur. Áður hava royndir verið at stápla jóansøkukonsertir á beinini og hava hesar verið ójavnar í dygd og undirtøku.

Onki er heilagt
At onnur tiltøk nú herða kappingina um summardagarnar, og stevnurnar ikki longur eru heilagar, setti veruliga ferð á. At jóansøkan var í vanda fyri at fána, tí onnur tiltøk løgdu seg á jóansøkudagarnar, vildu ungir tvøramenn ikki lata um seg ganga. Teir fóru í gongd, settu seg í samband við vágbingar, og saman settu teir í gongd samstarv, ið hevur vist seg at ganga væl. Eftir bert tveimum mánaðum sá ein nýggjur festivalur dagsins ljós.
Jóansøkufestivalurin var í fjør á 80 ára haldinum fyri jóansøkuni á Tvøroyri og høvuðsnavn var AS Sweet. Teir skuffaðu als ikki, men spældu framúr væl. Gentubólkurin Nylon úr Íslandi sang eisini og ein rúgva av føroyskum bólkum tók lut. Stuttligt var eisini at síggja og hoyra lokalar tónleikarar, ið júst høvdu tikið lut á fløgui Dýrd, ið kom út í samband við, at jóansøkan fylti 80 ár.

Lætt at koma og fara
Í ár verður so Jóansøkufestivalur í Vági og siglt verður við øllum seglum. Fleiri útlendsk nøvn eru á plakatini og Jóansøkufestivalurin kann í ár siga seg umboða norðurlendskan tónleik sera væl. Andrew Strong úr Írlandi og Carpark North úr Danmark eru stóru høvuðsnøvnini og afturat teimum eru fleiri nøvn úr Íslandi, Grønlandi Danmark og so sjálvsagt ein rúgva úr Føroyum.
Í ár er festivalurin eisini í 4 dagar, tó at stóru konsertirnar undir opnum himli eru fríggjakvøld og leygarkvøld. Smærri konsertir eru so hóskvøld og sunnukvøld.
Hjá jóansøkugestum verður ongin trupulleiki at sleppa á festival og heim aftur eisini, um gestirnir ynskja tað. Starndferðslan og Jóansøkufestivalurin hava gjørt avtalu um, at ferðaætlanin hjá Smyrli hóskar væl til jóansøkuna og festivalin. Siglt verður oftari, enn vanligt, og t.d. verður siglt á Vág og leygarkvøld fer Smyril ikki úr Suðuroynni, fyrr enn Jóansøkufestivalurin endar klokkan 01:00.
Ynskir ein hinvegin at njóta meir av jóansøkuni og festivalróminum, so er tjaldingarpláss við festivaløkið á Eiðinum í Vági og møguleiki er óivað eisini at leiga sær innivist.
Jóansøkufestivalurin hevur í onkrari spurnarkanning á netinum ligið nummar 3, tá fólk hava sagt, hvønn festival tey vitja. Hetta eru fyrireikararnir væl nøgdir við. Jóansøkufestivalurin í ár er fleiri ferðir so stórur, sum í fjør og Jóansøkufestivalurin tykist verða komin fyri at verða.

Pisurnar á jóansøku
Fyrireikararnir vóna at síggja so nógvar nýklæktar pisur í hvítari húgvu, sum til ber, tí tað er gamalt, at studentar og onnur leita sær á jóansøku, og setir hetta ein serstakan dám á.
Lagt er upp til góðar løtur við góðum tónleiki vesturi á Eiðinum í Vági, ið av mongum verður hildið at verða millum náttúruvakrastu støð í landinum.
Góðan Jóansøkufestival!



Jákup Magnussen sigur frá

Røddin er kend frá útvarpi og óteljandi ferðir hevur hann verið frásøgumaður, tá stór tiltøk hava verið. Jákup Magnussen hevur royndirnar og dugur kynstrið at leiða festivalgestirnar trygt ígjøgnum festivalskránna og soleiðis verður eisini á Jóansøkufestivalinum í ár

Jóansøkufestivalur

Røddin er ein hin kendasta í landinum. Jákup Magnussen er ein kend útvarpsrødd, men mong kenna hana eisini frá so mongum tiltakið, har hann hevur verið frásøgumaður, t.d. við mongu Prix Føroyar konsertirnar, men hann hevur enntá eisni roynt seg við klassiskum, tá nýggjárskonsert hevur verið í Norðurlandahúsinum.
At verða á live er ongin trupulleiki hjá Jákupi. Hann trívist kanska best, tá tað hendir her og nú, freistast ein at halda. Tað vit seinast minnast Jákup frá í útvarpshøpi eru frálíku livesendingarnar seinnapartar, ið høvdu heitið Nón.
Eins og í fjør, so verður tað Jákup Magnussen, ið verður live á Jóansøkufestivalinum sum frásøgumaður, ein uppgáva, ið hann altíð megnar til UG.
Meðan bólkarnir gera seg klárar at fara á pallin at framføra live, er tað Jákup Magnussen, ið leiðir festivalgestirnar frá einum bólki til annan við teimum boðum, upplýsingum og kanska skemtiligu viðmerkingum, ið hóska til støðuna.
Leiklutur frásøgumansins skal ikki undirmetast, tí tað er hann,, ið oftast skal á pallin, men við einum tí mest roynda á økinum, er Jóansøkufestivalurin í góðum hondum aftur í ár.


Bólkarnir:

Andrew Strong og Carpark North á Jóansøkufestivalin 2006
Heimskendi írski sangarin Andrew Strong og ein hin besti danski rokkbólkurin í nýggjari tíð Carpark North verða høvuðsnøvn á Jóansøkufestivalinum 2006.

Jóansøkufestivalurin verður í Vági í døgunum 22. 25. Juni. Tórsdagin 22. juni verða tiltøk innandura í mentanar- og felagshúsunum í Vági. Fríggjadagin 23. juni og leygardagin 24. juni eru høvuðsdagarnir á festivalinum, og verða tá tiltøk uttandura sokallað Open-Air. Sunnudagin 25. juni verða konsertir í Vágs kirkju, umframt at tónleikatiltøk eisini verða mentunar- og felagshúsunum í Vági, Stóra Pakkhúsi.

Jóansøkufestivalurin 2006 fer at raka breitt. Tónleikur fevnir víða og fevnir um rock, popp, blues-, jazz-, og fólka-tónleik, og klassiskan tónleik. Hetta merkir eisini at áskoðarafjøldin fer at verða samansett av øllum aldursbólkum og ikki minst fólki við ymiskum tónleikasmaki.

Andrew Strong á Jóansøkufestivalin 2006
Írin Andrew Strong gjørdist heimskendur, tá hann í 1990 var við í filminum The Commitments, sum er um ein írskan tónleikabólk, sum roynir at gerast kendur. Flest øll kennast við sangirnar Mustang Sally, In the Midnight Hour, sum Andrew Strong bergtók allan heimin við.

Eftir filmin hevur Andrew Strong arbeitt sum solistur, við egnum orkestri, og hevur hann í hesum sambandi givið út fleiri fløgur, umframt at hann eisini hevur spælt saman við nøkrum av teimum allarstørstu nøvnunum innan tónleikaheimin, sum t.d. Elton John, The Rolling Stones, Prince og Lenny Kravitz.

Í Oktober mánað í fjør gav Andrew Strong út eina Greatest Hits fløgu við øllum teimum stóru slagarunum, umframt at nýggir sangir eisini vóru á fløguni. Síðan fløgan kom út, hevur Andrew Strong verið á tourne, júst nú er hann í Austrialia. Og gongur leiðin altso til Føroyar í summar, har Andrew Strong verður eitt av høvuðsnøvnunum á Jóansøkufestivalinum 2006.

Carpark North á Jóansøkufestivalin 2006
Í september mánað í fjør gjørdi danski rockbólkurin Carpark North innrás í Føroyum, tá teir høvdu tvær konsertir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Ein av ummælarunum skrivaði soleiðis um tað fyrru konsertina í Fuglafirði: Carpark North fóru á pallin og spældu so sannførandi rokktónleik, at ongin ivi var um, at hetta er ein bólkur í heimsklassa. Teir forkelaðu okkum við sonnum oyrakrási. Hetta var snøgt sagt tann besta konsertin, sum hevur verið í Føroyum í langa tíð.

Carpark North sá annars dagsins ljós í Århus í 1999, tá teir tríggir Lau Højen (vokal, guitar m.m.), Søren Balsner (vokal, bas m.m.) og Morten Thorhauge (trommer, percussion, programmering) stovnaðu bólkin. Stutt tíð gekk inan bólkurin fekk sítt gjøgnumbrot. Teirra fyrsta demofløga Carstereo, sum kom út í 2001, er mest selda danska demofløga nakrantíð. Við fløguni Carpark North, sum kom út í 2003 fekk bólkurin sítt stóra gjøgnumbrot. Fløgan seldi út við 50.000 eintøk, og sangurin Transparent and Glasslike var mest spældi sangur í donsku útvarpsrásini P3. Hetta árið vann bólkurin eisini fleiri virðislønir fyri bæði fløguna og sangin Transparent and Glasslike. Í apríl 2005 gav bólkurin út fløguna All things to all People og hevur bólkurin í hesum sambandi verið á ferð og spælt nógvastaðni, bæði í Norðurlondum, í Eysturríki, Sveits, og í Týsklandi.

Tey sum enn ikki hava upplivað Carpark North LIVE fáa nú møguleikan, tí Carpark North verður eitt av høvuðsnøvnunum á Jóansøkufestivalinum 2006.



Páll Finnur Páll
Fyrsta føroyska navnið, ið Jóansøkufestivalinum kunngjørdi, gjørdist Páll Finnur Páll. Teir seks í bólkinum hava spælt dúgliga bæði til tiltøk, festivalar og konsertir seinasta árið. Seinastu mánaðirnar hevur bólkurin tó tikið sær stundir til at upptaka triðju fløguna, sum eftir ætlan skal koma út í summar. Sum skilst verða nøkur av hesum nýggju løgum frumspæld á jóansøku.
Páll Finnur Páll byrjaði sum ein studentabólkur í Hoydølum fyri sjey árum síðani, men tað var ikki fyrr enn fyrsta fløgan kom út, at fólk tóku bólkin til sín. Fyrsta fløgan, Bermenn, kom út í 2003. Stutt eftir fór bólkurin á flog við Forelskaða Sjónleikaranum, sum gjørdist mest spælda lag árið eftir. Friðarligu løgini á Bermonnum vórðu sett eitt sindur til síðis á aðru fløguni, sum kom út í fjør. Ístaðin vóru løg um pedofilar, heimleysar á Herberginum og um grannar, at hoyra. Á Jóansøkufestivalinum fer Páll Finnur Páll at spæla nýtt og gott gamalt. Fólk kunnu gleða seg. Tað verður nýtt og gott gamalt fúlt og fitt.




Thorbjørn Risager: Blue 7

Eitt av størstu blues nøvnunum, Thorbjørn Risager: Blue 7, á Jóansøkufestivalin.

Thorbjørn Risager er eitt av størstu blues-nøvnunum í Danmark í dag, sum tey seinastu árini eisini er vorðin eitt kent navn á skandinaviska bluespallinum. Við orkestrinum Blue 7 er Thorbjørn Risager headmaður fyri einum orkestri við framúr góðum og royndum tónleikarum, sum tekniskt eru ómetaliga væl fyri, men har tað mest avgerandi er sálin og hjarta, sum tónleikararnir leggja í framførslurnar.

Við sínum 7 tónleikarum, er Thorbjørn Risager: Blue 7 innan stutta tíð vorðið eitt tað mest kenda og succesfulla bluesnavnið á danska LIVE-pallinum, ikki minst í Keypmannahavnar økinum, har orkestrið ferð eftir ferð gevur fantastiskar LIVE framførslur í stúgvandi fullum spælistøðum.

Thorbjørn Risager: Blue 7 spælir bæði egnar sangir/løg og nýggjar samansetingar av gomlum R & B klassikarum. Stílurin er inspireraður frá R & B tónleikinum frá 1950unum og 1960unum, kryddaður við New Orleans Secondline.

Thorbjørn Risager hevur eftir óteljandi konsertir í øllum Skandinavia sligið navn sítt fast sum ein av allar bestu donsku og skandinavisku sangarunum og ein framúr góður blues-gittaristur. Í september í fjør varð hann kosin Ársins Danska Bluesnavn 2005.

Thorbjørn Risager: Blue 7 gav í fjør út sína fyrstu fløguLive 2004
Á fløguni er fyrst og fremst egin løg, umframt at nakrir av teimum kendu rhythmnblues klassikarunum eisini eru á fløguni.

Ummælari skrivaðu um fløguna:
'A stone funky soulful bluesoutfit.....swings just right......excellent!'
-Blues Revue

'Thorbjørn Risager må betragtes som en af Danmarks og skandinaviens bedste unge bluessangere, og som en af tidens ypperste traditionsbærere i dansk bluesmusik'
-Copenhagen Bluesfestival

Thorbjørns og Blue 7s debut CD, Live 2004, som hovedsageligt består af eget originalt materiale, viser et band og en frontmand, som med talent, kunstnerisk og professionelt håndelag og stort personligt engagement vil præge den danske bluesscene i årene fremover.
-Copenhagen Bluesfestival

Thorbjørn Risager: Blue 7:
Thorbjørn Risager: vokal og guitar
Emil Balsgaard: Piano og orgel
Kasper Wagner: Tenor og Altsaxofon
Andreas Biilmann: Trompet
Svein Erik Martinsen: Guitar
Søren Bøjgaard: Bas
Martin Seidelin: Trommer


Den Danske Mafia

Eitt av allar bestu donsku festivalnøvnunum seinastu árini, Den Danske Mafia, kemur á Jóansøkufestivalin 2006.

Den Danske Mafia hevur blást nýtt lív í allar teir stóru John Mogensen slagararnar, sum eisini eru heimskendir í Føroyum. Munurin er bara, at nú verða slagararnir spældir við einum ísletti av góðum tungum rokki, blues og jazz, sum fær ein at hugsað um eina blanding av John Mogensen og ZZ-Top og Thin Lizzy.

Fólki í túsundtali hava rokkað saman við Den Danske Mafia seinastu árini og nú verður so eisini møguleiki at rokka við teimum í Føroyum, á Jóansøkufestivalinum.

Den Danske Mafia eru
Henrik Bjørn, bass og sang
Henrik Johannessen, gittar
Mickey Hurrican, trummur

Ein ummælari av Langelandsfestivalinum 2005 skrivar:
John Mogensen genopstod med manér, da Den Danske Mafia gav hans udødelige sange elektrisk stød
Noget af det vidunderlige ved festivaler er, at man ind imellem kuglepenskrydserne i programmet lusker hvileløst rundt og stikker sit fedtede fjæs inden for i diverse telte for at høre, om der skulle være noget lækker lyd på menukortet. Ofte støder man på halvlunkne toner og discountpop. Ind imellem smiler rockguderne til én, og man lander midt i en sydende gryde af guitarlir, vidunderligt berusede mennesker og den vigtigste ingrediens: Et band der kan, vil og formår at sparke gang i den erogene festzone under den tilbageværende hjernebark.

Sådan et band er trioen Den Danske Mafia. Navnet indikerer kulsort, kriminel hip hop, men er fuldfed, fordansket heavyrock. Efter få sekunder i selskab med deres supervitale fortolkninger af John Mogensens brutalt ærlige sange om livets uretfærdigheder, grufulde mareridt og den store kærlighed må man overgive sig.




Land og Synir

Framúr góði LIVE bólkurin, íslendski popp/rokk bólkurin Land & Synir, verður eitt av nøvnunum á Jóansøkufestivalinum í ár. Bólkurin er júst komin afturíaftur eftir steðg ein part av árinum í fjør.

Land og Synir var um aldaskiftið ein av fólkakærastu íslendsku bólkunum. Stovnaður í 1998, gjørdist bólkurin skjótt kendur fyri síni fangandi poppløg. Í 1999 vitjaði Land & Synir í Føroyum við sínum melidiøsa popprokki, og spældi fleiri sera væleydnaðar konsertir kring Føroyar saman við Taxi.

Bólkurin hevur selt gull av fleiri fløgum og hevur millum annað eisini flirta rættiliga nógv við amerikanska marknaðinum, so mikið nógv, at bólkurin eitt tíðarskeið skifti navn til Shootin Blanks, í sambandi við, at hann var tætt við at ein størri altjóða útgávusáttmála. Hetta varð tíanverri ikki stóra gjøgnumbrotið, og bólkurin avgjørdi í fjør, at halda ein steðg í tvey ár. Men trýstið á bólkin var sera stórt at fara út aftur at spæla, og í sambandi við risa stóru íslendsku miðnámsveitsluna, ið verður hildin í Reykjavík á hvørjum ári, fór bólkurin aftur á pallin.

Land og Synir dáma serstakliga væl at spæla í Føroyum og gleða seg eisini at koma aftur. Tey, sum upplivdu Land og Synir á ferðini í 1999 fáa sostatt aftur møguleikan nú á Jóansøkufestivalinum í Vági í døgunum 22. til 25. juni.



Deja Vu

Ein av allar bestu føroysku bólkunum verður at hoyra á Jóansøkufestivalinum. Talan er um bólkin Deja Vu.

Deja Vu varð stovnaður í september 2000 og fekk sítt veruliga gjøgnumbrot, tá bólkurin í 2003 gjørdist nummar tvey í Prix Føroyum. Hetta var eisini startsskotið til fløguna A Place to Stand On, sum kom út í fjør. Fløgan var m.a. vald sum ársins fløga av lesarum hjá Dimmalætting, umframt at fløgan var í uppskoti til bestu fløgu á Planet Awards.

Deja Vu telist millum allar bestu LIVE bólkar í Føroyum og hevur bólkurin eisini spælt kring alt landið. Tónleikurin er ein kombinatión av poppi og rokki, og til tíðir eitt sindur sýraður. Kvaliteturin er framúr góður og er greitt at bólkurin hevur ambitiónir og vónir um at gerast kendur uttanfyri Føroyar.

Gogo Blues

Blues tónleikurin tók føroyska tónleikaheimin, og ikki minst føroysk tónleikaáhugaði, á bóli í 2005. Við evnaríka gittarspælaranum Uni R. Debess á odda fyri bluestrioini gjørdist Gogo Blues sum eisini er mannað av Arnold Ludvig og Rógva á Rógvu tann heilt stóri føroyski bólkurin í 2005. Gogo Blues vann Prix Føroyar og varð eisini kosin til besta bólk í landinum á Atlantic Music Event.

Gogo Blues hevur eina útgávu á baki og tann næsta er ávegis og kemur væntandi út um Jóansøkuleitið. Gogo Blues spælir tónleik, sum limirnir í bólkinum sjálvir hava skrivað. LIVE er Gogo Blues millum teir allar fremstu í landinum og kunnu fólk so gleða seg til at uppliva teir á palli á Jóansøkufestivalinum.

Maria Guttesen og Petsi Tvørfoss
Eitt tað mest áhugaverda føroyska navni á Jóanssøkufestivalinum í ár verður Maria Guttesen, ið hevur ungu evnaríku Petsi Tvørfoss við sum kórsangara. Maria telist millum virknastu og áhugaverdastu føroysku tónleikararnir. Eftir at hava staðið á odda fyri bólkinum Divided Minds seinastu árini, er hon farin sololeiðina, og er á gáttini við fyrstu soloútgávuni hjá sær síðan 1994.

Longu sum 11 ára gomul var Maria við á plátuútgávu, tá Hjørdist og genturnar góvu út plátuna Barnasangir. Síðan tá hevur tónleikur verið hennara eitt og alt, og hon slóð av álvara ígjøgnum við solofløguni Where it all begins í 1994. Fyrr í vikuni koma so seinasta útgávan hjá Mariu, eina soloútgáva sum ber heitið: Maria Guttesen:LIVE. Og tað eru løg av hesari útgávu, sum vera at hoyra á Jóanssøkufestivalinum. Afturat sær hevur Maria Guttesen orðasmiðin Lene Dracmann, ið hevur skrivað flestu tekstirnar á nýggju fløguni.

Tað ber ikki til at seta Mariu Guttsen bás sum tónleikara, hon torir at ganga egnar leiðir, og tað vísur nýggja fløgan eisini. Stílurin á Maria Guttesen:LIVE er væl øðrvísi enn hann vit kenna frá Divided Minds og Where it all begins. Á nýggju fløguni fær lurtarin veruliga høvið at hoyra tónleikaligu evnini hjá Mariu, har hon sjálv syngur og spælir flygul, umframt at hon eisini sjálv hevur arrangerað og produserað fløguna.

Á Jóansssøkufestivalinum fáa áhoyrararnir høvið at uppliva henda føroyska tónleikaúrmælingin live, við einari vælupplagdari Petsi Tvørfoss sum kórsangarinnu. Og ein livekonsert við Maria Guttesen á Jóanssøkufestivalinum kann ikki vera annað enn krás fyri oyra.

Her er nakað av tí, sum tónleikarummælarar hava skrivað um Mariu Guttesen gjøgnum tíðina:
- Spild ikke tiden på at læse: Sus ned til pladepusheren i en fart!
- Der er noget i lydbilledet, som afføder en trang til at folde lyttelapperne ud!
- Maria Guttesen har en lækker, drillende sexet stemme. Fed fornyelse af den danske pop!
- Musikken er så forbandet godt spillet!
- Spændende, intens og lidt edgy lyd, samt Maria Guttesens bemærkelsesværdige vokal.

Rasmus Lyberth

Ein av heimskendu grønlendsku fólkasangarununum, Rasmus Lyberth verður at hoyra á Jóansøkufestivalinum. Rasmus Lyberth er kendur fyri sínar framúrskarandi framførslur av grønlendskum sangum, sum røkka heilt inn í sálina á áhoyrarunum. Rasmus er ikki minni kendur fyri sína persónliga skemtiliga hátt at leiða fólk gjøgnum framførslurnar.

Rasmus Lyberth hevur seinastu árini ferðast kring allan heim við sínum tónleiki. Saman við dananum Christian Søgård var Rasmus Lyberth m.a. á tourne í Suður Amerika fyrr í ár, og fara teir báðir eisini á pallin á Jóansøkufestivalinum.

Seinastu árini er Rasmus Lyberth latin eina røð av viðurkenning, m.a. PH-prisen, Danish Jazz Beat and Folk Prize, og í sept. 2003 fekk hann eisini heiðursviðurkenningina, Foreningen Nordens Hæderspris.

Lyt med hjertet og hør isbjergene knage
Skønt teksterne er på grønlandsk, løfter Rasmus med sin stemme og sit intense nærvær ubesværet publikum over de sproglige barrierer, så ingen har svært ved at følge hverken ørnens himmelflugt, stormens susen eller kærligheden til et elsket barn.

200
Føroya størsti punk/rokk bólkur 200 fer á pallin á Jóansøkufestivalinum.

200 varð stovnað í 1996 í sambandi við fløguna "Rock í Føroyum 2". Eftir "Rock í Føroyum 2" hendi ikki so nógv, men 200 var tó við til Prix Føroyar í 2001, og tástani ljóðaði orkestrið, sum tað ger í dag. Elvisrøddin, politiska innihaldið og tónleikastílurin komu upp á pláss um hetta mundið. Hetta árið varð Gimpurin eisini føddur.

Í 2001 gav 200 fyrstu fløguna út, 200%. Hóast fløgan varð totalt ignorerað av loftmiðlunum, fekk hon sera góð ummæli og varð at enda útseld. Í mars 2005 varð "Viva La Republica" upptikin og givin út. Hendan fløgan fekk enn betri ummæli enn hin fyrra, og lagið "Muscleman-blað" gjørdist nr. 1 á 15 teimum bestu í 8 vikur.

Tónleikurin hjá 200 snýr seg oftast um føroyskan politikk, og við argandi, speirekandi tekstum verða nógv evni lýst á ein øðrvísi hátt. Hjá 200 er tónleikurin sostatt eitt amboð til at siga teirra hugsan. Sum 200 sjálvir siga, Nógv ting í Føroyum eru langt úti, og onkur má siga tað ...

200 standa altíð fyri framúrskarandi LIVE-framførslum, óhugsandi er, at Jóansøkufestivalurin 2006 verður eitt undantak.

200 eru:
Niels Arge Galán, gittar og sang
Mikael Blak, bass
Uni Árting, trummur
Robert og Vinmenn

Tað eru í ár 45 ár síðan alt byrjaði úti í gomlu Losjuni vestanfyri Galtnaroyri í Vági. Nú 45 ár seinni er pallurin størri, útgerðin betri og meiri fjøltáttað og talan verður um eitt tað størsta tiltakið í Suðuroy nakrantíð. Jú, Robert McBirnie fer saman við vinmonnum á pallin á Jóansøkufestivalinum.

Fyri 45 árum síðani byrjaði tað við Red Boys, sum varð mannað av Tummas J. Midjord sáli aftan fyri trummuna - Jonhard við maracas (ranglum) - og Jákup Mortensen og Robert McBirnie við guitarum. Tað einasta, ið var elektriskt, var guitarin hjá Jákupi, sum brúkti eitt radio til forsterkara og so ein mikrofon , sum gekk ígjøgnum ein bandupptakaran.

Hatta var sum sagt byrjanin fyri 45 árum síðani. - Tey fylgjand mongu árini hevur Robert McBirnie so spælt í mongum samanhangum. - Í 1960unum við Faroe Boys og Islanders, í 1970unum við Jógvan Dahl, Jákup Thomsen og Ólavi Magnussen, í 1980unum kom orkestrið at eita Robert og Vinmenn, og tað navnið hevur tað tann dag í dag. - Her hevur ein røð av teim bestu tónleikarunum í landinum spælt gjøgnum hesi árini.

Manningin, sum verður saman við Robert á Jóansøkufestivalinum er heldur ikki ókend. Jógvan Dahl og Robert kennast sum sagt heilt frá Faroe Boys tíðini. Kolbein Simonsen og Robert hava spælt saman í óteljandi ár, meðan teir yngru, Finnur Hansen og Torkil Johannesen hava spælt saman við Robert í minst 15 ár. Og sum Robert sigur, fundamentið skuldi verið í lagið og vit gleða okkum at spæla rock´n roll , so tað slær aftur úr Skarðgjógv!

Robert og Vinmenn eru:
Robert McBirnie, sang
Jógvan Dahl, guitar og sang
Kolbein Simonsen, bass
Finnur Hansen, tangentar
Torkil Johannesen, trummur

Brandur Enni

Í 2002 tók Brandur Enni flest allar føroyingar á bóli, tá hann kom út á marknaðin við fløguni Waiting In The Moonlight. Eftir hetta gjørdi Brandur nøkur løg eitt tað kendasta er helst The Way I Am. Brandur hevur somuleiðis sungið duett - Still Friends - saman við íslendsku songkvinnuni Jóhonnu Guðrún og framført á fleiri festivalum í Danmark eitt nú í Jelling og Nibe. Og verður Brandur so eisini á Jóansøkufestivalinum við orkestrinum Anytime.

Brandur hevur seinastu tvey árini arbeitt miðvíst við at skriva nýggjar sangir og hevur hann í hesum sambandi verið í Svøríki, har hann sama við teimum heimskendum tónleikarum hevur skrivað sangir. Á Jóansøkufestivalinum verða teir nýggju sangirnir eisini at hoyra.

Anytime eru:
Brandur Enni, sang o.a.
Leivur Samuelsenm, trummur
Bárður Poulsen, bass
Sveinur Dam, el-gittar
Heini Ragnarson, trompet
Jákup Wardum, klaver

Hanus G. Johansen

Ein hin kendasti føroyski sangarin og tónasmiðurin, Hanus G. Johansen kemur at spæla á Jóansøkufestivalinum. Hanus hevur seinastu árini havt óteljandi framúrskarandi og bergtakandi framførslur, sum hava drigið til sín ein stóran skara av áskoðarum. Við sínum tulkingum av yrkingum hjá Poul F. hevur Hanus sungið seg inn í hjørtuni á ungum og gomlum, bæði í Føroyum og uttanlands. Og perlum sum Blóma mín, 18, Saknur, og óteljandi øðrum hevur hann laga varðar eftir seg, sum mong leggja leiðina framvið.

Á Jóansøkufestivalinum verður so aftur høvi at hoyra og uppliva ein hin størsta føroyska sangaran og tónasmiðin, Hanus G. Johansen.
Forgery

Forgery er ein rokkbólkur av Tvøroyri, ið var stovnaður í 2006. Manningin í Forgery er annars kend frá dansibólkinum Pikatchu, sum hevur verið einasti ungdómsbólkur í Suðuroynni í langa tíð.

Bólkurin sigur um seg sjálvan: Vit halda sjálvur, at okkara tónleikur er sermerktur. Tað kemur av tí orsøk, at allir í bólkinum hava ymsan dám fyri tónleiki. Tað hevur eisini víst seg, at vera tað skapandi evni í okkum. Vit hava eisini eitt sera gott umhvørvið innanhýsis í bólkinum og tað hevur skapað eitt sera flótandi samanspæl. Tónleikurin er helst av tí harða rokkinum, við blandaðum elementum.

Forgery hevur síðan ársbyrjan arbeitt miðvíst framímóti eini frumframførslu á Jóansøkufestivalinum. Jóansøkufestivalurin fer sostatt at bjóða uppá nýggjastu føroysku rokk tónarnir við einum av teimum nýggju bólkunum á føroyska tónleikapallinum.

Forgery eru:
Jens Arni Leo Sang
Frits Mortensen Gittara og Back-up Sang
Cem á Hólum Trummur
Elvis Leo Gittara
Rói Einarsson Bass

Dikta

Spennandi Íslendski rokk-popp bólkurin Dikta kemur á Jóansøkufestivalin. Dikta er seinasta árið vorðið ein tann best umtókti bólkurin í Íslandi. Við sínum annarleiðis popp sangum, sum eru kryddaðir við rokki, soul, funk og effektum, bjóðar Dikta eina óvanliga spennandi framførslu.

Seinasta fløgan hjá Dikta, Hunting for happiness, hevur fingið sera góð ummælið. Og hevur eisini verið søluvøran hjá bólkinum, sum í alt summar er á tourne í Evropa, har leiðin eisini gongur á Roskilde Festivalin.

Ein ummælari skrivar:
While barely in their 20's, they have just completed their 2nd full length, Hunting For Happiness, which happens to be on of the greatest albums I've ever heard. Melting angular guitars, proggish rhythm, melancholy piano strokes, and unforgettable use of the delays, this forms an almost instant classic. For a band that has gotten zero attention away from their home, they are certainly one of the most deserving to find love everywhere..

Dikta eru:
Haukur Sang, gittara, keyboard
Skuli bass
Nonni Trummur
Jon B. Gittara
The Dreams
Punk bólkurin The Dreams kemur aftur í ár á Jóansøkufestivalin. Í fjør høvdu The Dreams eina framúr góða framførslu á Jóansøkufestivalinum. Í ár eru punk trioin fløguaktuell við fløgu, sum kemur út fríggjadagin.

Hetta er fyrsta fløgan hjá bólkinum, har bólkurin punkar føroyska sangskattin Á fløguni eru 10 løg, Hettar eru løg sum Til allar vinir hjá Blátt, 80ini hjá Frændum, Sirkús Tinganes hjá Annfinn & Co., Sasa sa sa hjá Georg eystan Á, Forelskaður sjónleikari hjá Páll Finnur Páll, Eg siti so eina hjá Vestmonnum, Nú ert tú ein onnur hjá Eyðun Nolsøe av fløguni Eyðun og Terji. og Nummar hjá Terja Rasmussen. Teir tolka eisini Nalju klassikaran Sjeikurin, ið Poppkorn eisini tolkaðu herfyri.

Sí eisini www.the-dreams.com

India
Bólkurin India úr Gøtu varð stovnaður í fjør, men er mannaður av royndum og góðum tónleikarum.
Við í bólkinum eru Rói Johannesen, sang/gittar, Bergmann Finsson, gittar, Einar Jacobsen, sang/bass, Bárur Thomsen, trummur. Bergmann og Einar kenna mong frá bólkinum Wolfgang, í var ein av feitastu rock bólkunum sum hava verið í Føroyum. Nú hava vit sligið okkum saman og gjørt tónleik, í minnir um new rock schangruna.

Sí eisini myspace.com/joinindia

Eyðun og Neil
Fyrst kendir hvør í sínum lag og síðani saman. Felagsnevnarin var í byrjanini Guðrun Sólja, sum er systir Eyðun og sum Neil spældi nógv saman við. Síðani funnu Eyðun og Neil saman í eina duo, sum nú er ein hin virknasta og sum í Havn er at hoyra heilt nógv, men eisini t.d. hjá Thomsen á Tvøroyri. Ummælarar hava nevnt teir báðar festligastu duo í landinum. Umramt at vera festligir, so eru teir dugnaligir. Eyðun, við klárari og høgari rødd hóskar væl saman við guitarsnillinginum Neil.
Teir báðir fara at leika á bryggjuøkinum nakað undan sjálvari festivalbyrjanini leygardagin.
Angela og Hannibal

Børnini verða ikki gloymd og partur av jóansøkuni og jóansøkufestivalskránni er eisini, at Angela og Hannibal fara at undirhalda. Hetta hendir á bryggjuøkinum leygardagin, nakað áðrenn Jóansøkufestivalurin byrjar leygardagin á Eiðinum.
Angela og Hannibal hava í fleiri ár verið tey, ið føroysk børn í øllum aldri hava verið hugtikin av. Nú er nakað síðani tey vóru at síggja á palli, men tey hava gjørt av at vitja Jóansøkufestivalin og at gleða børnini, sum vitja á bryggjuøkinum í Vági leygardagin.



Við Smyrli á Jóansøkufestivalin
Í samband við Jóansøkufestivalin verður ferðaætlanin hjá Smyrli víðkað í jóansøku vikuskiftinum, soleiðis at øll sum ætlað sær á Jóansøku og Jóansøkufestivalin lætt sleppa aftur og fram.

Fríggjadagin verða sum vant á jóansøku tríggir dupulttúrar. Hartil er ferðaætlanin leygardag víðkað soleiðis at ein túrur verður norður eftir kappróðurin (av Vági kl. 19.00), og harumframt verður eisini ein túrur av Vági eftir at Jóansøkufestivalurin endar, tann túrurin er kl. 1.00 av Vági. Sostatt hava stevnu og festivalgestir framúr góðar møguleikar at fáa alt við.

Hendan ferðaætlanin er fingin í lag við góðum samstarvi millum Jóansøkufestivalin og Strandfaraskip Landsins

Strandfaraskip Landsins vísa á, at fyri at alt skal lukkast væl, er neyðugt at fólk møta stundisliga og annars fara væl um.

Ferðaætlanin á Jóansøku er annars hendan

Fráferð Fríg. 23/6 Leyg. 24/6 Sunnu. 25/6
Friday Saturd. Sunday
Suðuroy 06.00 07.00
Tórshavn 09.00 10:30 * 10.00
Suðuroy 11.30 19.00 ** 12.30
Tórshavn 14.30 22.00 * 15.00
Suðuroy 17.00 01.00 ** 17.30
Tórshavn 20.00 20.00

* Á Vág
** Av Vági
Allar aðrar túrar verður siglt av Tvøroyri (Krambatanga)





ÚF sendir beinleiðis frá Jóansøkufestivalinum

Leygarkvøldið vitjar Útvarp Føroya á Eiðinum í Vági, har Jóansøkufestivalurin 2006 fer fram og sent verður beinleiðis

Jóansøkufestivalurin

Tað hevur ikki verið vanligt at senda beinleiðis av jóansøku, tó tað seinnu árini er hent nógv á hesum økinum og t.d. Norðoyarstevnan hevur verið varpað beinleiðis, eins og Ólavsøkan.Vit kenna eisini undansendingarnar, ið ofta eru undan stevnunum.
Men við Jóansøkufestivalinum eru nógvar broytingar í ár. Eitt er, at Smyril siglir, so tað hóskar betur til stevnu og festival, og har ein stór broyting er, at Smyril siglir norð aftur aúr Vági til Havnar leygarkvøld klokkan 01:00, tá festivalurin endar.
Annað er, at leygarkvøldið á jóansøku sendir ÚF beinleiðis frá Jóansøkufestivalinum.
Elis Poulsen og Dagfinn Olsen eru vertir, tá ÚF sendir beinleiðis frá Jóansøkufestivalinum og teir fara at hitta jóansøku- og festivalgestir og høvi verður at hoyra festivaltónleik og kenna ein farra av festival- og jóansøkuróminum beinleiðis.




1 dags pass til Jóansøkufestivalin
Nú í Jóansøkuvikuni og sjálvar festivaldagarnar verður tað gjørligt at keypa 1 dags pass til Jóansøkufestivalin

Jóansøkufestivalur

Tað vil siga keypa atgongupass til fríggjadagin og atgongupass til leygardagin. Hesi pass geva so bert atgongd til 1 dag. Fríggjadagspassini kosta 350,- kr. og tað gera leygardagspassini eisini. 1 dags passini fáast í Jóansøkuvikuni til keyps á Kunningarstovuni í Vági, umframt at tey eisini fáast til keyps við inngongdina á Jóansøkufestivalinum.



Tjalding á Jóansøkufestivalinum
Tjaldingarpláss á Jóansøkufestivalinum er nú gjørt klárt og er klárt til at taka ímóti gestum til Jóansøkufestivalin

Jóansøkufestivalur

Tjaldplássið verður vesturi við Vatnið í Vági, beint við festivaløkið. Tey, sum gista á tjaldingarplássinum, kunnu gera nýtslu av wc- og brúsuhentleikum í Vágs Høll.

Kostnaðurin er 50,- kr. pr. persón fyri alt vikuskiftið. Tjaldpláss kunnu keypast á Kunningarstovuni í Vági, tlf. 374342.

Við báti á Jóansøku og Jóansøkufestivalin
Jóansøkufestivalurin bjóða bátafeløgum og bátafólki vælkomnum á Jóansøkufestivalin

Jóansøkufestivalur
Jóansøkan og Jóansøkufestivalurin bjóða bátafeløgum og bátafólki vælkomnum á Jóansøkufestivalin. Saman við Stóra Pakkhúsi í Vági bjóðar Jóansøkufestivalurin allar nútímans hentleikar til bátafeløg og bátafólk. Bátarnir kunnu liggja við Garðabrúgv brúgvin við Stóra Pakkhús og kunnu gera nýtslu av teimum framúr góðu hentleikunum í Stóra Pakkhúsi, sum fevna um umklæðingarrúm v/brúsum, wc, vaskirúm við vaskimaksinu og turkitrumlu.

Stóra Pakkhús er mitt í Vági, til gongu eru tað 10 min. út á keiina og 10 min. vestur á Eiði, har Jóansøkufestivalurin verður. Bátar, sum ætla at liggja við Garðabrúgv kunnu siga Stóra Pakkhúsi frá á tlf. 373438.

Ongin vandi skuldi verið fyri, at fólk ikki sleppa framat neyðturviligum hentleikum, tí WC-, brúsu- og klædnavaskingarmøguleikar eru eisini í kjallaranum undir Heimavirkinum, ið er við høvuðsvegin omanfyri bryggjuøkið.



Jóansøkufestivalurin væl stuðlaður
Feløg og einstaklingar hava víst tiltakinum stóran áhugað og veitt tiltakinum góðan stuðul
Jóansøkufestivalur

Jóansøkufestivalurin 2006 er eitt av størstu tiltøkunum, sum nakrantíð hevur verið í Suðuroynni. Hetta hevur eisini ført við sær, at kommunur, feløg og einstaklingar hava víst tiltakinum stóran áhugað og veitt tiltakinum góðan stuðul.

Ølsamtakið Vífilfell og Restroffs eru høvuðssponsor
Fyrst í apríl mánað gjørdu Jóansøkufestivalurin og Vífilfell sum seinni er vorðin samstarvsfelagið hjá Restorffs Bryggjarí sponsoravtalu, sum merkir, at Ølsamtakið Vífilfell og Restorffs eru høvuðssponsorar á Jóansøkufestivalinum 2007.

Nordisk kulturfond stuðlar eisini
Umframt íslendska sponsorin, so hevur Nordisk Kulturfond gjørt av at stuðlað Jóansøkufestivalinum við 75.000 kr.

Kommunurnar í oynni stuðlað tiltakinum
Eisini kommunurnar í oynni veita tiltakinum sera góðan stuðul og er greitt, at tað ikki hevði borið til at skipað fyri einum so stórum tiltaki, uttan at kommunurnar í oynni vístu tí vælvild.

Nógvir aðrir góðir stuðlar
Nógvar aðrar fyritøkur stuðlað eisini festivalinum, m.a. Suðuroyar Sparikassi, Atlantic Airways, Sosialurin, Skipafelagið, Statoil, Lýsing, Suðurrás fyri at nevna teir størstu stuðlarnir. Hartil er eitt ótal av smærri stuðlum, sum á einhvønn stuðlað Jóansøkufestivalinum ongin nevndur, ongin gloymdur øll eiga tó stóra tøkk fyri stuðulin.


Hear og aðrar greinar eru í Jóansøkufestival innlegginum í Sosialinum)