Eg havi verið við til at fyriskipa Jóansøkufestivalin 3 ár á rað. Hvørt ár hevur kostað mær eina mánaðarløn í mistari arbeiðsinntøku. Tað sama er galdandi fyri fleiri aðrar fyriskiparar, og eg veit, at summir beinleiðis hava verið noyddir at tikið frí frá arbeiði í vikuvís, fyri at fáa festivalin at eydnast. Tað er eitt tógvi stríð at fyriskipa ein festival, og um tú so harnæst skal gjalda gildið sjálvur, so skal stórur eldhugi og idealisma til.
Fyri at seta tingini í perspektiv, kann eg upplýsa, at stuðulin, sum Vágs kommuna lat í 2007 og tann sum Tvøroyrar kommuna lat í 2006, svarar til tann pening, sum eg persónliga misti í manglandi arbeiðsinntøku. Og samlaði kommunali stuðulin svarar til tað, sum allir fyriskipararnir mistu í arbeiðsinntøku tilsaman. Um kommunali stuðulin veruliga skal gera mun, so er neyðugt, at hann verður meir enn tvífaldaður í mun til tað, sum er latið higartil. Hesin peningur hevði, eftir mínari meting, komið fleirfaldaður aftur.
Í staðin fyri tað afturhaldandi og neiligu niðurstøðu, sum Vágs býráð stendur við, skuldu tey heldur verið takksom fyri, at - afturat ítróttarfeløgunum, sum gera eitt stórt arbeiði - eisini finnast nakrar eldsálir, idealistar, sum gera eitt megnar arbeiði, fyri at geva Suðuroynni eitt gott umdømi, og skapa ein pall fyri bæði nýggj og kend tónleikanøvn í Føroyum, og geva teimum ungu, ókendu tónleikaspírunum í Suðuroynni møguleikan at vísa, hvat tey duga. (The Dreams spældu á festivalinum 2005, og vóru teir tá nærum ókendir. Í dag kunnu vit øll gleðast um, hvussu langt teir eru komnir. Og hvør kennur ikki okkara egna Brand Enni? o.s.fr.)
Eg eri sannførdur um er, at jalig átøk og søgur eru altavgerandi fyri Suðuroynna í framtíðini.
Jóansøkufestivalurin hevur møguleika at mennast til eitt jaligt brand, sum kann geva Suðuroynni “good will” úti í verð, og hesum kunnu vit ikki fáa ov nógv av. Tann, sum ikki dugur at síggja møguleikarnir, sum liggja í hesum spennandi og mennandi tiltakið, sum eisini kann hjálpa til at selja Suðuroynna sum eina ferðavinnu-, skeið- og heilsuoyggj, er rættuliga visiónsleysur, eftir mínari áskoðan. Tí eri eg sera ósamdur við teimum sum siga, at festivalurin spennur bein fyri Jóansøkuni, tað hava teir 3 festivalarnir mótprógva, hóast vit í 2006 fingu ein undir vangan, reint fíggjarliga.
Um ein framhaldandi ynskir at fastlæsa Jóansøkuna, “soleiðis, sum hon altíð hevur verið”; eina Jóansøku, sum hevur alt minni góðsku at bjóða teimum gestum, sum ynskja og vænta okkurt nýtt og spennandi, so er hetta onki annað enn dømi um ein konservativan og stirvnan hugburð, sum ikki hjálpir Suðuroynni inn í framtíðina. Tá nú Asfalt og G-festivalurin heldur ikki verða til nakað í ár, so kenst tað enn meiri hugstoytt, at Jóansøkufestivalurin ikki sær dagsins ljós í ár, tí hann kundi so avgjørt verið við til at nøkta tann festivaltørv, sum er skaptur her á landi.
At so mynduleikarnir hava valt at áleggja festivalunum MVG, kann sigast at vera “steinum omaná byrðu”, ein vanlukku fyri festivalarnar, og sum var ein av orsøkunum til at G-festivalurin snávaði so álvarsliga. Syrgiligt, at besta festivalinum í Føroyum ikki er lív laga, orsakað av manglandi politiskum framskygni ( og møguliga eisini av ov vánaligari fíggjarligari stýring).
Tað er óseriøst tá Vágs býráð sigur, at: “tey fegin vilja stuðla einum Jóansøkufestivali, hann má bara ikki vera á Jóansøku” – tí tað er sjálvt hugskotið aftan fyri tiltakið. Nevnliga, at spræna nýtt og veitslukent lív í gomlu, siðbundnu Jóansøkuna, og gera hana meiri fjølbroytta og spennandi fyri alt fleiri fólk, so henda fólkaveitsla eisini gerst eitt árligt hæddarpunkt, har møguleiki m.a. er fyri at uppliva stór og altjóða kend tónleikaranøvn.