Løgreglan í Ísrael hevur tikið sjey ungdómar í sambandi við eitt ógvusligt álop á fýra palestinskar javnaldrar í síðstu viku.
Teir fýra palestinsku dreingirnir, sum eru systkinabørn, vórðu álopnir á Zion-torginum í Eysturjerusalem. Ein teirra, tann 17 ára gamli Jamal Julani, varð sligin so harðliga, at hann misti vitið, og tað var bara skjót hjálp frá einum ísraelskum sjúkrabili, sum ger, at hann slapp við lívinum.
Um vikuskiftið tók ísraelska løgreglan fimm ungdómar, og í gjár vórðu tvær 15 ára gamlar gentur tiknar í sama máli. Sambært løgregluni hevði onnur gentan fingið vinmenninar til at leypa á palestinararnar við at lúgva, at arabar høvdu gjørt seg inn á hana fyrr.
Ísraelskir fjølmiðlar skriva, at fleiri hundrað fólk stóðu og hugdu at, tá teir fýra palestinsku dreingirnir blivu bukaðir, men at eingin legði uppí.
Tey tiknu eru millum 13 og 19 ár, og nøkur teirra vóru í rættinum í gjár. Oddamaðurin, ein 14 ára gamal drongur, viðgekk í rættinum, at hann hevði sparkað tann palestinan, sum fekk serliga stóran skaða. Hann segði við fjølmiðlarnar inni í rættarhølinum, at hann iðraði seg ikki um gerðina, og at hann legði einki í, um palestinin hevði doyð.
Ísraelska stjórnin hevur fordømt hendingina og sagt, at myndugleikarnir fara at revsa tílíkt harðliga.