Í løtuni er hann búsitandi í Noregi, har hann hetta seinasta árið hevur vant saman við fleiri norskum tónleikarum, og á konsertunum í Føroyum eru tveir av hesum við. Tað eru Inge Dulin, percussion, og Tore J. Bruvoll, gittar.
Harafturat er bassspælarin Edvard Nyholm Debess við. Hesir fýra eru eisini kjarnin á fløguni, ið Jógvan Andrias gevur út um stutta tíð. Á konsertini vera spæld løg av fløguni. Tað er plátufelagið TUTL, sum stendur fyri útgávuni av fløguni.
Konsertirnar vera leygardagin 18. september kl. 20 í Atlantis í Klaksvík og sunnudagin 19. september kl . 20.00 á Gamla Meiarínum í Havn. Ola Nordskar, sum hevur umsett yrkingarnar hjá Jógvan Andrias til norskt, kemur at byrja konsertirnar.
Atgongumerki kunnu bíleggjast á konsertstøðunum ella keypast við dyrnar.
Fleiri upplýsningar kunnu fáast við at venda sær til Kristian Blak/TUTL, Norðurlandahúsið, Gamla Meiaríið ella Atlantis.